Óli mátti út í steðginum í toppdystinum í Aalborg

Fyrrverandi liðfelagi í Sävehof fekk beinleiðis reytt fyri grovu taklingina

Toppdysturin millum Aalborg og GOG í Gigantium høllini í Aalborg var tíverri ikki so spennandi, ið fleiri høvdu vónað.

 

Aalborg vann greitt 40-29. Í steðginum var heimaliðið á odda 20-15.

 

GOG mátti klára seg uttan Óla Mittún í seinna hálvleiki. Stutt undan steðginum tók gamli liðfelagin hjá Óla í Sävehof, Felix Møller og "klipti" Óla í einari gjøgnumbrotsroynd. Óli fekk eitt hart slag í høgru øksl, og var ikki førur fyri at spæla seinna hálvleik.

 

Felix Møller fekk beinleiðis reytt kort fyri hendingina.

 

Óli skoraði ikki nakað mál, men hann var við í uppspælinum til onnur mál, og hann vann liðnum nøkur brotskøst.

 

GOG hevur fýra stig fyri tríggjar dystir. 

 

Í næstbestu deildini vunnu Pætur Mikkjalsson, Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne tepran 32-30 (16-13) útisigur á Rækker Mølle. Pætur skoraði fýra mál, og Pauli skoraði eitt mál.

 

Suðuroyggjamenn hava fýra stig fyri tríggjar dystir.