Fuglfirðingar vunnu stórsigur

1.DEILD: Heimasigurin ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi var tann trivaligasti í ár

Í dag vann ÍF størsta sigurin higartil í ár. Fuglfirðingar høvdu í Fløtugerði vitjan av næstbesta liðnum hjá EB/Streymi, og ÍF vann 6-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0.

 

EB/Streymur helt tørn, inntil tað restaði ein minuttir av fyrra hálvleiki. Tá eydnaðist tað ÍF at seta hol á. Málskjútti var Karl Løkin, sum nú hevur skorað 13 mál.

 

Tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, var støðan 4-0. Kári Johannesen, Rúnar Cederius Johnsson og Dánjal á Lakjuni skoraðu málini.u h

 

Síðstu lítlu løtuna skoraði ÍF tvey mál aftrat. Málskjúttar vóru Petur Meinhard Lundsbjerg og Rúnar Cederius Johnsson, sum var tvífaldur málskjútti og legði upp til eitt mál. Rúnar er saman við Karl Løkin toppskjútti hjá ÍF við 13 málum.

 

ÍF er á fjórða plássi við 36 stigum, og EB/Streymur er á sætta plássi við 22 stigum. Hetta var 11. ÍF sigurin í  ár, og hetta var nógv tann trivaligasti sigurin hjáÍF í ár.

 

Um eina viku verður grannauppgerð í Fløtugerði, tá ið teir næstbestu hjá Víkingi fara at vitja í Fuglafirði.

 

Um eina viku fær EB/Streymur vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ.