SMS: EB vann á VB og H71 vann stórsigur á StÍF

Fyrstu dystirnir eru leiktir í SMS-deildini hetta kappingarárið

Fyrstu dystirnir hetta kappingarárið er leiktur í SMS-deildini.

 

Í høllini við Streymin vann EB 26-22 á VB. EB var á odda 14-7 í steðginum. 

 

Nadja Pejovic var toppskjútti hjá EB við átta málum. Agatha Kjærbæk Djurhuus og Krista Mohr Leo vóru við fimm málum hvør toppskjúttar hjá VB.

 

Í høllini á Skála vann H71 stórsigur 37-20 á StÍF. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur frammanfyri 17-12.

 

Klokkan 18 vera hesir báðir dystirnir leiktir: Stjørnan-Neistin og Kyndil-VÍF.

 

HER eru dómaraseðlirnir hjá HSF frá dystunum, ið eru leiktir seinnapartin í dag:

 

##med2##

 

##med3##