Tokvanlukka í Italia kravt 11 mannalív

Eitt tok fór fyrrapartin út av jarnbreytini har norðuri í Italia, og sambært tíðindastovuni Ansa hevur vanlukkan kravt 11 mannalív. Harafturat eru umleið 20 fólk løstað. Bjargingartænastan sigur, at tað var eitt skriðulop tætt við býin Merano, sum gjørdi, at tokið fór av jarnbreytini. Myndir hjá fjølmiðlunum vísa, at tokið fór á glið oman brekkuna og steðgaði, tá tað kom í nøkur trø.

Jarnbreytin við Merano varð tikin í brúk í 2005 og er ein tann mest nútímans breytin í øllum Italia, skrivar Ansa.