Toppliðið er spildurnýtt

Kvinnur: Tvífaldu greipuvinnararnir hava tapt báðar tær fyrstu ferðirnar

Fyri einari viku síðani taptu meistararnir 4-1 á útivølli ímóti ÍF/Víkingi/B68, og í dag var úrslitið uppaftur lakari, tá ið HB vitjaði á Skála.

Gestirnir fóru avstað við 4-0 sigri eftir 1-0 í hálvleikinum.

Julia Naomi Mortensen skoraði fyrsta miðskeiðis í fyrra hálvleiki og fjórða málið fýra minuttir undan leikloki.

Sjey minuttir eftir steðgin økti Heidi Sevdal til 2-0, og Rebekka Benhakoura skoraði til 3-0.

Hetta var fyrsti dysturin hjá HB í ár.

 

Í Gundadali tapti B36 1-0 ímóti ÍF/Víkingi/B68. Einasti málskjúttin var Jacoba Langaard, sum skoraði miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

Hetta var annar dysturin hjá nýggja felagsliðnum, sum hevur fulla úrtøku og er topplið eftir tvey umfør.

B36 tapti í fyrsta umfari 2-1 í Klaksvík og bíðar tískil framvegis eftir at vinna fyrsta stigið.

 

Fimta liðið í kvinnudeildini er KÍ, sum ikki spældi í hesum umfarinum.

Triðja umfar verður leygardagin 23. mars: ÍF/Víkingur/B68 – KÍ og HB – B36.