ToppRoss FM og Føroyaleikir 2021

Stóru vinnararnir í ToppRoss FM og Føroyaleikum um vikuskiftið gjørdust Knút Lützen og hesturin Kári, sum settu ikki minni enn tvey persónlig met, umframt at vinna Samreiðsteypið – og afturat tí gjørdist Knút eisini ársins reiðfólk.

 

Kappast hevur verið í nógvum greinum um vikuskiftið, bæði hjá børnum, ungum og vaksnum. Byrjað varð hósdagin við innleiðandi í V5, T7, V5 barnaflokki og T7 barnaflokki. Fríggjadagin vóru innleiðandi í T2, V1, V1 ung, F1, T1 ung og T1. Allar finalurnar vóru leygardagin, tá Føroyaleikir á fyrsta sinni samstundis vóru hildnir í Havnardali.

 

Altjóða dómarar úr Íslandi

 

Tveir altjóða dómarar vóru komnir at døma kappingarnar, Halldór Gunnar Victorsson og Hínrik Már Sigurðsson. Tað er gott at fáa “nýggj” eygu viðhvørt – eisini fyri at meta um, hvussu støðið á dømingini her heima er. Og bæði føroysku og altjóða dómararnir vóru rættiliga javnir, so væl var dømt.

 

Barnaflokkur

 

Til hesa seinastu kappingina í ár varð skipað soleiðis fyri, at børnini vóru í flokki fyri seg. Tað var stuttligt at síggja, hvussu røsk og dugnalig børnini eru – og hvussu nógv tey alsamt taka seg fram sum reiðfólk.

 

“Tað besta var at vinna Samreiðsteypið”

 

Knút Lützen á hestinum Kára frá Ásbrú høvdu ein sera góðan dag leygardagin, tá finalurnar vóru. Umframt at gerast nr. 1 í bæði T1 (tølt) og V1 (fjórðgongd), settu teir persónlig met í báðum við miðalkarakterunum 7,9 í T1 og 7,2 í V1 – og hetta eru allarhelst eisini hægstu miðalkarakterir yvirhøvur í hesum kappingunum. Vinnarastreymurin steðgaði ikki her, tí dómararnir valdu eisini at geva Knúti Samreiðssteypið. “Hetta var ein fantastiskur dagur”, segði ein sera fegin Knút Lützen, “men tað allarbesta var at vinna Samreiðsteypið!” Hetta steypið verður givið tí parinum, har best samband er millum ross og reiðfólk – og hetta hevur nógv at siga fyri Knút, sum afturat øllum hesum, eisini vann heiðurin: “Ársins reiðfólk”.

 

Føroyaleikir 2021

 

Føroyaleikir 2021 vórðu hildnir samstundis sum FM, og vinnararnir fingu flottar medaljur. Harumframt fingu allir luttakarar, hjálparfólk og dómarar vakrar t-shirts og drekkidunkar. Eisini bjóðaði HiddenFjord leskiligt laksasat og Kirvi bjóðaði vatn og íste í steðginum.

 

Kappingarárið endað

 

Við hugnaløtu um kvøldið, har borðreitt varð við góðum mati, endaði eitt gott kappingarár hjá Føroyskum Íslandsrossafelagi. Hóast korona hevur spøkt til tíðir, hevur tað eydnast at hildið allar kappingarnar – og tað er stuttligt at síggja, hvussu høgt fólk ganga uppí venjing, og hvussu nógv sera góð ross eru at síggja á breytini.

 

Úrslit frá kappingunum:

 

Vinnarar, T1

 

Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú

 

Nr. 2 Gunnar Justinussen og Bastian frá Þóreyjarnúpi

 

Nr. 3 Jacklin Durhuus og Hafdís frá Syðri-Hofdölum

 

Vinnarar, T1 Ung

 

Nr. 1 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum

 

Nr. 2 Bertha Maria D. Nordendal og Krapi fra Enighed

 

Nr. 3 Sedea Bjarnadóttir Nolsø og Stilkur fra Frisendal

 

Vinnarar, T7

 

Nr. 1 Helena Dahl Thomsen og Lómur frá Kvistum

 

Nr. 2 Margret Rasmussen og Stefnir frá Typpafossi

 

Nr. 3 Óluva á Lofti og Hágangur fraTindsgarði

 

Vinnarar, T7 børn

 

Nr. 1 Ranja HalsdóttirDjurhuus og Sirkill frá Þorkelshóli 2

 

Nr. 2 Silja Geirsdóttir Eystberg og Tangó frá Akurgerði

 

Nr. 3 Beinta Niclasen og Hulda fra Nordal

 

Vinnari, T2

 

Nr. 1 Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði

 

Vinnarar, F1

 

Nr. 1 Valborg Hallursdóttir Laksafoss og Þórey frá Flagbjarnarholti

 

Nr. 2 Guðrun Jakobsdóttir Dalsgaard og Klettur frá Bessastöðum

 

Nr. 3 Halla Askersdóttir Hansen og Gáta frá Víðinesi

 

Vinnarar, V1

 

Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú

 

Nr. 2 Óluva á Lofti og Kopar frá Hrauni

 

Nr. 3 Rebekka Jansdóttir Simonsen og Dögun frá Kirkjufelli

 

Vinnarar, V1 ung

 

Nr. 1 Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði

 

Nr. 2 Bertha Maria D. Nordendal og Krapi fra Enighed

 

Nr. 3 Guðrun Jakobsdóttir Dalsgaard og Spegill fra Hodsager

 

Vinnarar, V5

 

Nr. 1 Óluva á Lofti og Hágangur fraTindsgarði

 

Nr. 2 Jacklin Durhuus og Kleópatra frá Kolsholti 3

 

Nr. 3 Sonja Síminardóttir og Vafi frá Miðási

 

Vinnarar, V5 børn

 

Nr. 1 Ása Bárðardóttir og Strákur frá Marknagili

 

Nr. 2 Ranja HalsdóttirDjurhuus og Sirkill frá Þorkelshóli 2

 

Nr. 3 Ása Maria Vágsheyg og Björk frá Hlemmiskeiði 3

 

Vinnarar av Røktartallerkinum gjørdist Óluva á Lofti, og Samreiðsteypið van Knút Lützen.