Torkil Skála 60 ár

    

Í dag, 12. mars, fyllir Torkil Skála í Havn 60 ár.
Fyri tíggju árum síðan, til hansara 50 ára føðingardag, varð hendan yrking gjørd:

Føddur varð hann sjálvan
grækarismessudag,
spentar tíðir vóru kríggj
við sama lag.
Gleðin ongan enda fann
um tann nýggja havnar-
mann,
og við tjøldrunum hann
var í ferðalag"

Torkil er elsti sonur hjá Honnu, f. Thorkildshøj, av Nesi og Óla Christian Skála, keypmann í Havn.
Eftir lokið realprógv fór hann á studentaskúla og tók studentsprógv í Hoydølum í 1963.
Síðan var hann vikarur við Sankta Frans Skúla í tvey ár.
Torkil var sjómaður í eina tíð, hann var við línubátunum Mai og Oyrarsker.
So lá leiðin til Danmarkar, har hann tók læraraprógv frá Esbjerg Seminarium í 1971. Heimafturkomin fekk hann starv á Venj-ingarskúlanum í Havn, har hann var lærari til 1977.
Síðan Eysturskúlin varð liðugur í 1977, hevur Torkil starvast sum lærari har - eitt arbeiðspláss, sum hann hevur verið ómetaliga glaður fyri.
Hann hevur verið á ymiskum skeiðum á Fróðskaparsetri Føroya innan sítt starvsøki, serliga innan søgu og undirvísingarlæru. Hann var limur í Tórshavnar Skúlaráð frá 1976-84.
Innan ítróttin hevur fótbólturin havt hansara stóra áhuga. Hann var formaður í HB eitt tíðarskeið og er enn í dag ein av trúgvu gomlu HB-stuðlunum.
Hann var í nøkur ár ein virkin bridgespælari, var formaður í Nýggja Bridgefelagnum, men í løtuni er hann hvílandi limur.
Sangur hevur eisini havt hansara stóra áhuga, hann hevur sungið sum tenorur í Tórshavnar Manskóri í tíggju góð og gevandi ár.
Torkil er giftur við Esther, f. Justinussen, ættað úr Leirvík, og eiga tey tvey børn: Eirik, sum býr á Argjum, og Hervør, sum býr í Rødekro í Danmark. Eisini eigur hann tvær fittar abbadøtur, Mariu og Ester.
Føðingardagin er Torkil burturstaddur.