Torleif: Tað var tá ella ongatíð

Torleif Sigurðsson er størsta einstaka orsøkin til, at føroyingar í morgin kunnu fara á vøll at møta sjálvum heimsmeistarunum. Hann fekk nógv skotið í skógvarnar ? og alla aðrastaðni við ? tá hann sum formaður í FSF limaði Føroyar inn í UEFA og FIFA Ágangurin var ógvusligur, tá Torleif Sigurðsson seinast í 80-árunum gekk á odda sum formaður í FSF at veita Føroyum altjóða limaskap í UEFA og FIFA.

Flestu miðlarnir vóru á gosi, og yvirskriftir sum »Skammleys hugmóð« vóru ógvuliga umboðandi fyri, hvussu helst størsti parturin av føroyingum mettu um hesa djarvu gerð. Men undantøk vóru, og FSF-formaðurin fekk dyggan stuðul frá leikarunum, sum bakkaðu fult upp um hesa avgerðina

Sjálvur er Torleif Sigurðsson væl nøgdur við ta avgerð, hann ? sjálvandi saman við restini av nevndini í FSF ? tók.

- Sannleikin er tann, at tóku vit ikki av, tá vit fingu møguleikan, so vænti eg ikki, at vit høvdu sloppið upp í »fína selskapið« seinni. Okkara ríkisrættarliga støða hevði stutt sagt forða fyri hesum, sigur Torleif Sigurðsson.

Hann vísir á, at eftir at øll tey nýggju eystanlondini eru komin »raplandi« inn í UEFA og FIFA, eru lógirnar broyttar, tí fleiri av hesum londunum hava ein ivasaman status sum sjálvstøðug.

Stóru dagarnir í føroyskari fótbóltssøgu í so máta vóru fyrst 2. juli í 1988, tá Føroyar vórðu limaðar inn í alheims fótbóltsfelagsskapin FIFA, og seinni, hin 18. apríl 1990, tá Føroyar gjørdust limir í UEFA.

Fyrsti altjóða skrásetti landsdysturin hjá Føroyum var móti grannnunum fyri norðan, Íslandi. Dysturin varð leiktur á Akranesi, og vertirnir vunnu 1-0.

Vit luttóku fyrstu ferð í einari undankapping til EM í 1990-91, og sum øll vita skrivaðu vit fótbóltssøgu við 12. september 1990 at vinna 1-0 á Eysturríki, við máli, sum Torkil Nielsen úr Sandavági skoraði. Í 1992-93 luttóku vit so í undankapping til HM, og síðani hevur tað gingið slag í slag.

Men alt hetta hevði ikki verið møguligt, var tað ikki fyri framskygni og dirvi hjá einum ágrýtnum og eldhugaðum klaksvíkingi. Og í dag eru fýra lond nevnd í lógunum hjá altjóða felagsskapunum sum lond, ið eiga limaskap, tó at tey ikki lúka treytirnar sum sjálvstøðugar tjóðir.

Hesi lond eru Skotland, Wales, Norðurírland ? og Føroyar. Okkum er tískil tilskilaður rættur at vera limur í hesum felagsskapum við positivt og beinleiðis at vera nevndar í teirra lógum.