Stóri profilurin á liðnum hjá Manchester City hesi seinastu árini, Yaya Touré, gevst væntandi í felagnum í summar. Tað boðar umboðsmaðurin hjá Yaya Touré í dag frá.
Yaya Touré skifti í 2010 frá FC Barcelona til Manchester City, av tí at hann ikki fekk nokk av spælitíð undir táverandi Barcelona venjaranum, Pep Guardiola.
Og tá so Pep Guardiola í gjár varð almannakunngjørdur sum nýggjur Manchester City venjari, fóru gitingarnar beinavegin í gongd. Sum skilst ætlar nýggi Manchester City venjarin at knýta yngri miðvallarleikarar til felagið, har millum annað Paul Pogba ofta hevur verið settur í samband við Manchester City sum ein avloysari fyri Yaya Touré.
Umboðsmaðurin hjá Yaya Touré, Dimitri Seluk, sigur í samrøðu við enskar miðlar.
- Guardiola kann ringja til Yaya Touré og fortelja um hann er ein partur av framtíðarætlanunum ella ikki.
- Eg vænti tó at Yaya Touré gevst í felagnum í summar. Hann er tó fult fokuseraður uppá, at hann í hesum kappingarárinum ætlar at vinna Premier League og steypakappingarnar við Manchester City.
Yaya Touré var fleiri ferðir seinasta summar settur í samband við eitt skifti til italska felagið, Inter, har fyrrverandi City venjarin, Roberto Mancini í løtuni er venjari. Tí bendir nógv á, at Yaya Touré kann vera at finna í italska felagnum frá í summar av.