Útoyggjafólk hittast í Kalsoy

Leygardagin verður árliga, afturvendandi Útoyggjastevnan og hesuferð verður hon á Húsum og í Syðradali í Kalsoy.

Útoyggjafelagið sigur, at fyrireikingarnar ganga væl, og at tað verður nógv á skránni. Stevnan byrjar leygarmorgunin við morgunmati í Syðradali. Aftaná verður aðalfundurin hjá Útoyggjafelagnum og síðani fer Asbjørn Lómaklett at siga frá um bygdina.

Eftir tað verður farið til gongu til Húsar, har døgverði verður og síðani fer Bjørn Kalsø, tingmaður, at seta stevnuna.

Tá ið stevnan er sett, verður siðvanda togtoganin ímillum útoyggjarnar, umframt annað til stuttleika, eitt nú ber til at sleppa ein túr á rossabaki.?Harafturat verður sangløta í kirkjuni, Djóragarður,?Søluframsýning,?listaframsýning við Marius Olsen?og har fer eisini Páll Sørensen at siga frá um bygdina.

Annars fara Heini og Jákup Marner at spæla til dans á ferjuleguni í Syðradali

Útoyggjafelagið sigur, at góður matur verður til keyps, so ongum nýtist at ganga svangur.

Málið er, at øll sum vilja til Húsar á Útoyggjastevnu, skulu sleppa í og av oynni og tí fer Sam at sigla allan dagin, fyrsti túrur er av Klaksvík klokkan átta leygarmorgunin og seinastu túrur av Syðradali verður klokkan 22.15.

Men annars fara tað eisini smábátar at sigla ímillum.

- Málið við útoyggjastevnuni er, at geva øllum Føroya fólki høvi at savnast á einum av útoyggjunum til gaman og álvara. Hetta er liður í arbeiðinum í royndunum at stimbra og stuðla undir, at útoyggjunum verður lív lagað, sigur Útoyggjafelagið.

Myndina hevur Erik Christensen tikið av Húsum.