Dysturin millum Eysturoyarfeløgini Skála og GÍ hevur stóran týdning fyri bæði feløg. Bæði lið taptu sínar dystir seinasta vikuskiftið, so nú ræður um hjá báðum feløgum at reisa seg.
Skálamenn mugu ongantíð ov skjótt byrja at leggja fleiri stig undir seg, um komast skal undan niðurflytingini. Liðið av Skála hevur staðið seg væl á heimavølli í ár, har liðið í fleiri dystum hevur verið stak óheppið ikki at hava fingið fleiri stig.
Skal GÍ framhaldandi vera við heilt frammi í oddinum í landskappingini, skulu skurðarnar hava øll trý stigini við sær av Skála sunnudagin.
Súni Olsen leikbannaður
Undan dystinum á Skála hava gøtumenn allar mans tøkar, uttan Súna Olsen, ið fekk sítt triðja gula kort seinasta vikuskiftið.
Polendingurin, Krzystof Popczynski, venur aftur við fullari ferð eftir drúgvan skaða, og spurningurin er nú bara, um Johan Nielsen velur at lata hann spæla frá fyrsta bríksli. Seinasta vikuskiftið spældi Krzystof allan seinna hálvleik ímóti NSÍ.
Annars verður sagt úr Gøtu, at teir vænta ein torføran dyst, tí skálamenn eru knáir á heimavølli, og dystin fyrr í ár vunnu gøtumenn við neyð og deyð 2-1.
Gøtumenn síggja eisini stóra týdningin í at ogna sær øll trý stigini, tí, sum teir siga sjálvir, skulu trý stig til, um FM-møguleikin skal varveitast.
Tríggjir spælarar ivasamir
Hjá Skála stendur eitt sindur verri til, enn hjá GÍ. Pauli Hansen, Dánial Hansen og Kári Nielsen hava allir skaðar at dragast við, og eru teir allir ivasamir undan dystinum sunnudagin.
Hvørki Pauli ella Kári hava verið við seinastu dystirnar, og Dánial mátti lata seg útskifta tíðliga í seinna hálvleiki ímóti B36. Allir tríggjir eru sera týdningarmiklir spælarar á Skála-liðnum, og gerast teir klárir, verður talan um sterkari Skála-lið, enn undanfarin umførð.
Skála hevur eisini eitt leikbann. Ungi Arnold Berg fekk sítt fimta gula kort ímóti B36, og hann verður tí ikki at síggja á vøllinum sunnudagin.
Av Skála ásanna tey, at nú skal skjótt koma vend í, um liðið framhaldandi skal hava sess í bestu deildini. Víst verður eisini á, at Skála skal bæði møta TB og EB/Streymi á heimavølli seinni í ár, og at hesir dystir helst koma at avgera, hvat fyri lið skal tungu leiðina niður í aðru deild.
Undan dystinum sunnudagin siga skálamenn seg hava góðar vónir, og hóast tað verður torført, so vóna teir at fáa onkra úrtøku úr dystinum.