Tríggjar orkubumbur á Ólavsøkukonsertina

SIC, Boys In A Band og Side Effect eru tríggir bólkar, sum borga fyri framúrskarandi konsertupplivingum, á Ólavsøkukonsertini vera teir allir at hoyra. SIC hevur við fløguni Pandemonium vunnið sær fjepparar í Føroyum og kring heimin. Fløgan hevur fingið sera góð ummæli í Føroyum, Suðuramerika, Íslandi, Onglandi, Danmark og Avstralia.

Tónleikur teirra er beint á, og man kann siga, at tá ið tú lurtar eftir SIC, so verður tú tónlistaliga bankaður og bukaður av. Teir megna við hørðu tónlistarligu framferðini at nema við nakrar kenslur, tú kanska ikki veit av, og hesin bólkurin vinnur sær alt fleiri fjepparar kring landið.

Nýggjasta skotið á popppallinum í Føroyum er Boys in a Band. Bólkurin vann nógv hjørtu millum útlendsku gestirnar á Atlantiv Music Event, og ferðast í løtuni kring Danmark á kosertum, ið komu í lag í sambandi við hesa framførlsu. Hóast plátusáttmáli stendur bólkinum í boði, so er enn eingin avger tikin á hesum øki, eitt er tó greitt, at hesin bólkur hevur tað, sum krevst fyri at gerast eitt av okkara best umtóktu tónleikanøvnum. Sjálvt um tað kanska er eitt sindur ringt at syngja við, so koma hesir uttan iva at seta lív í áskoðarafjøldina

Teir tríggir Brynjolfur, Ludvík og Rúni hava verið beinagrindin í Side Effect seinastu nógvu árini. Bólkurin hevur ferðast millum ymiskar greinar innan elektroniskan tónleik, men eru endaðir aftur í ídnaðartekno, har bólkurin eisini byrjaði. Nú hevur Flux trummarin Sveinur Gaard Olsen sett seg aftanfyri trummurnar.

Side Effect veit hvat skal til, fyri at vekja eina sovnaða áskoðarafjøld, tað hava teir prógvað áður, og Side Effect far uttan iva garðin at kóka.