Í samband við, at Evert Pauli Andrew Jacobsen hevur verið í starvi á vegadeildini hjá Fuglafjarðar kommunu í 30 ár, hevur fráfaringarløta verið fyri honum í býráðssalinum.
Við løtuna vóru umboð fyri býráðið, starvsfelagar á vegadeildini gjøgnum mong ár og fólk frá umsitingini, sum soleiðis fingu høvi at heilsa upp á trúgva starvsfelagan øll hesi mongu ár.
Borgarstjórin, Sonni á Horni, helt røðu, har hann eitt nú mintist aftur á tíðina, tá hann starvaðist sama við Everti Pauli Andrew Jacobsen, ið var hansara fyrsti starvsfelagi á vegadeildini hjá kommununi í 1996.
Býarverkfrøðingurin, Pætur Joensen, bar eisini fram nøkur orð, har hann takkaði fyri sera gott samstarv, og hann hugleiddi eitt nú um byggingina av eldrasambýlinum, Vesturstovu, har Evert átti nógvar arbeiðstímar.
Evert Pauli Andrew Jacobsen segði eisini nøkur orð, har hann nýtti høvi at takka fyri gott samstarv øll hesi mongu ár.
- Vit ynskja við hesum at takka Everti Pauli Andrew Jacobsen fyri trúgva og góða tænastu í samfull 30 ár, siga tey í Fuglafjarðar kommunu í dag.