Teir, sum eiga 50 tons stóra útróðrarbátin Kallanes, hava í fjør og í ár riggað bátin soleiðis til, at teir, umframt at kunna fiska tosk og hýsu við línu, eisini kunnu fiska makrel við dorg. Tað eru Eyðólvur Vang í Klaksvík og Kári Klettskarð í Kongstovu í Haraldsundi, sum eiga bátin, og tað er Kári Klettskarð í Kongstovu sum er skipari.
Umborð á Kallanesi hava teir tíggju makreldergur, og tað eru 40 húkar tilsamans á hvørjari dorg. Íløgan í samband við makrelveiðina er ein góð miljón, og av íløguni hava teir á Kallanesi fingið eini 10 prosent í stuðli til royndirnar.
At fiska makrel við dorg er ikki nakað nýtt uppfinnilsi, um vit so kunnu siga. Tað hava eitt nú norðmenn gjørt í fleiri ár, og royndir eru eisini gjørdar í Føroyum áður, bæði innari og ytri.
Føroyskir útróðrarbátar hava seinastu árini eisini fingið tillutað eina serstaka makrelkvotu, sum í ár er á sløk 400 tons. Ein sonevndur klasulur er á hesi kvotu sum sigur, at kvotan skal fiskast við øðrum reiðskapi enn trol og nót.
Tey árini, sum henda kvota ikki hevur verið brúkt, er hon vorðin flutt til árið eftir, og tað hevur soleiðis verið møguligt hjá útróðrarbátum at fiskað av kvotuni øll árini.
Sjálvur heldur Kári Klettskarð í Kongstovu, at ein makrelkvota í hesi støddini saktans kundi verið fiskað av meira enn tí eina bátinum, men í løtuni eru tað serliga teir, ið eiga Kallanes, sum royna at fáa makrelfiskiskap við dorg at bera til.
Kallanes hevur higartil í heyst gjørt tríggjar makreltúrar. Ein avbjóðing hjá teimum hevur verið, at teir hava verið noyddir at farið langt til havs eftir makrelinum. Kári Klettskarð í Kongstovu sigur, at teir hava verið heilt har úti, sum makrelskipini fiska, og tá kann teinurin úr landi skjótt gerast einir 120 fjórðingar.
- Nú vit hava riggað bátin til, og vit byrja at finna út av, hvussu vit gera best undir fiskiskapi, ætla vit at flætta makrelveiði við dorg við útróðurin annars, sigur skiparin, sum heldur fyri, at tað kanska kann tykjast løgið at gera eina slíka íløgu, nú nógvur fiskur er at fáa.
Men, tað er lættari at gera íløguna, nú pengar eru at arbeiða við, staðfestir hann.
Í fjør heyst stóð nógvur makrelur Sandoyarbanka, og her hevði eitt nú Høgaberg fleiri góð nótakast. - Vit vóna, at soleiðis verður aftur í ár, tí Sandoyarbanki liggur lutfalsliga nær, og her plaga vit eisini at royna við línu. Tað tekur bara nakrar fáar tímar at sigla út og heim aftur av bankanum.
Skiparin á Kallanesi vísir á, at tá makrelfiskiskapurin við dorg eydnast, gevur tað nógv meira fyri hvørt kilo, enn útróðurin við línuni gevur, tí línudriftin er dýr. Tá Kallanes er á línuveiði, verður øll línan egnd í landi og teir eru, sum vanligt er, á útróðri ein dag í senn.
Útróðrarbáturin hevur hvørki egningamaskinu ella trakt at seta úr. - Tí verður línan ikki bara umrikin, men eisini egnd í landi, sigur Kári Klettskarð í Kongstovu.
Skiparin heldur, at gongst, sum teir ætla, kann makrelurin saktans fara at gerast eitt gott íkast, og hann heldur fyri, at um teir ikki trúðu upp á at fiska makrel við dorg, høvdu teir heldur ikki havt gjørt hesa íløgu og royndir. - Hóast Pelagos í Fuglafirði er eitt velduga stórt virki, hava vit landað veiðina í Fuglafirði, og vit hava fingið betri prís, enn makrelskipini annars hava fingið.
Kári Klettskarð í Kongstovu sigur, at teir hava fingið 10 krónur fyri kilo, og teir hava kent seg væl móttiknar á virkinum. - Fríðin Ziskason, sum er virkisleiðari á Pelagos, er eisini sinnaður at gera onkrar royndir á marknaðinum við makrelinum, veiddur við dorg, og vit halda tað vera flott, at teir vilja viðvirka í so máta.
##med2##
Í heyst hevur Kallanes gjørt tilsamans tríggjar túrar á makrelveiði. Hin fyrsta túrin royndu teir í fýra dagar og fingu 6,5 tons, harav teir fingu tað mesta tann eina dagin. Teir høvdu onkrar byrjunartrupulleikar, men tá teir høvdu funnið út av, hvussu teir best bóru seg at, lá bara heilt væl fyri.
- Síðan hava vit gjørt tveir túrar aftrat, harav hin fyrri av hesum var ógvuliga stuttur, og vit bert fiskaðu í nakrar fáar tímar. Felags fyri teir báðar seinnu túrarnar, sum vit gjørdu, var, at royndin var stutt. Hin fyrra túrin av hesum báðum seinnu fingu vit 2,5 tons, og síðan fingu vit 4,5 tons á okkara seinasta túri, sigur hann.
Teir, sum eiga Kallanes, eru spentir eftir at vita, hvussu heystið fer at roynast, og teir vóna, at tað fer at eydnast at gera nakrar makreltúrar aftrat. - Tá vit skulu verða úti í nakrar dagar á makrelveiði, er sjálvsagt neyðugt at hyggja eftir veðurlíkindunum nakrar dagar fram.
Vónin hjá teimum er eisini, at makrelvertíðin eitt annað ár kann byrja fyrr, helst í juni ella juli mánaði. - Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, byrjaðu skipini fyrr á makrelveiði. Avbjóðingin er, at makrelurin er ógvuliga feitur um summarið, og tá er hann eisini fullur í æti, sum er tann stóri trupulleikin. Men, tá heystið kemur, verður hann fastari í fiskinum.
Spurningurin er so, sigur Kári Klettskarð í Kongstovu, hvussu makrelvertíðin hjá teimum kann framskundast, soleiðis at fiskiskapurin við dorg kann byrja nakað fyrr.
##med3##