Útróðrarmenn vilja hava betri inntøkutrygd

Útróðrarmenn eru aftur farnir at ressast. Nú krevja teir betri inntøkutrygd, persónligar fiskidagar og at teir skulu sleppa undan at søkja um fiskiloyvi hvørt ár.

Útróðrarmenn eru aftur farnir at ressast við krøvum um betri sømdir frá tí almenna.

Landsfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna hevur havt aðalfund og har varð stungið út í kortið, hvat felagið skal arbeiða við komandi ár.

Og eftir tí at døma, fær nevndin í útróðrarfelagnum og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ikki so lítið við hvønn annan at gera í komandi tíðum.

Essa Petersen, formaður í felagnum sigur, at eitt mál, sum felagið fer at gera nógv við, er at krevja betri inntøkutrygd frá tí almenna.

?Okkara innntøkutrygd er heilt afturútsigld afturímóti inntøkutrygdini hjá fiskimonnum.

? Fiskimenn fáa yvir 19.000 krónur um mánaðin í inntøkutrygd.

Hann vísir eisini á, at inntøkutrygdin hjá fiskimonnum verður roknað fyri hvønn túr sær.

? Tvs, at ein fiskimaður kann vera ein lodnutúr og fáa 20-30.000 uppá eina viku, og kortini fáa fulla inntøkutrygd fyri tríggjar vikur, um hann fer við øðrum báti, sum onki fiskar.

? Men vit útróðrarmenn fáa bara 8.200 krónur mánaðarligum minstavinningi.

Essa Petersen sigur, at hann dugir ikki at síggja nakra orsøk til, at so stórur munur skal vera á inntøkutrygdini hjá hesum báðum sløgunum av fiskimonnum.

Essa Petersen sigur, at Landsfelag Vinnurekandi útróðrarmanna ætlar sær at tosa við Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharra um hesi viðurskifti.

? Tað líkist ongum, at tað skal vera so stórur munur á. Inntøkutrygdin hjá útróðrarmonnum má í hvussu so er upp á einar 14.000 krónur um mánaðin, sigur Essa Petersen


Vilja hava persónligar fiskidagar

Men tað eru eisini onnur viðurskifti, sum útróðrarfelagið ætlar at umrøða við fiskimálaráðharran.

Formaðurin í felagnum sigur m.a., at tað er ógvuliga umráðandi, at eisini teir, sum hava útróður til høvuðsvinnu við bátum undir 15 tons fáa persónligar fiskidagar.

?Sum er, hava vit felags fiskidagar, saman við teimum, sum hava útróður til hjávinnu og stuttleikafiskarum. Av tí sama hava vit yvirhøvur onki tamarhald á støðuni. Tí sum er, eigur landið dagarnar, og kunnu geva einum partrolara teir, uttan at vit fáa gjørt nakað við tað. Fiskidagarnir hava onki virði, tá ið vit ikki eiga teir sjálvir.

Hugsa tit í hesum sambandi um at sleppa at keypa og selja dagar?

? Nei, tað er ikki hetta, vit hugsa um, men tað er sjálvandi ein partur av fiskivinnuni nú á døgum. ? Vit eru framvegis hart ímóti, at tað skal bera til at keypa og selja fiskidagar, men hetta er nakað, sum landsins stýri hevur kroyst niðuryvir okkum og so gerst onki uttan at fylgja við.

Somuleiðis vilja útróðrarmenn sleppa undan skipanini, sum nú er, at teir skulu noyðast at søkja um fiskidagar hvørt ár.

? Nú noyðast vit at søkja um fiskidagar hvørt ár. Tá ið vit so hava søkt, skal málið kannast hjá toll og skatt at vita, um vit hava forvunnið meiri enn 20.000 krónur í eitt hálvár frá øðrum enn útróðuri. Og ikki fyrrenn tað er staðfest, at vit ikki hava tað, kunnu vit fáa fiskiloyvið.

Essa Petersen sigur, at vit mugu sleppa av við slíkan órætt, tí tað kunnu verða ymisk viðurskifti sum gera, at tað ikki ber til at rógva út við smábátum ávísar tíðir, og tá er neyðugt at fáa onkra aðra inntøku.

? Tað er órættvíst, at bara vit, skulu kannast fyri eykainntøku, tí tað eru so mong, sum hava eykainntøkur umframt tað vanliga arbeiði- ikki minst løgtingslimir sjálvir.

Essa Petersen sigur, at Jørgen Niclasen hevur mangan víst seg at hava forstáilsi fyri viðurskiftunum hjá fiski- og útróðrarmonnum. Og hann vónar, at hann eisini í hesum málum fer at vísa sama forstailsi mótvegis útróðrarmonnum, sum undanmaður hansara, John Petersen ofta vísti.

Umframt Essa Petersen, siga hesir í nevndini í Landsfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna: Kjartan Johannesen á Sandi, Bjørn Due Hansen í Havn, Bjørn Bjarnason í Søldafirði og Heri Danielsen í Porkeri.