Útlendingamálið
Rættilig øði kom í grindina, tá tað gjørdist greitt, at ein fyrispurningur frá VÍF til fútan er tikin upp sum politimál. Fyrispurningurin, sum er prentaður aðra staðni á síðuni, snýr seg um, hvørjar reglur eru galdandi fyri útlendsk ítróttarfók í Føroyum.
Løgreglan hevur eftir øllum at døma kannað málið, men enn hevur VÍF so ikki fingið nakað svar. Hinvegin hevur hevur VB í øllum førum fingið av at vita, og mikukvøldið kundi Útvarpið boða frá, at danska Udlændingestyrelsen hevur kravt, at Aukse Vysniaskaite og Asta Armonaviciute verða sendar av landinum.
Víðari varð sagt, at sakførarin hjá VB, Christian Andreasen, hevur kært hesa avgerð, eins og hann hevur biðið um, at eingin verður sendur av landinum, fyrr enn kæran er viðgjørd.
Um sama mundið, sum Útvarpið bar tíðindini, máttu tey í Klaksvík eisini standa skúlarætt. Her hevði Stjørnan undan árinum fingið tríggjar útlendskar leikarar, og kannað varð nú, hvørt pappírini hjá hesm vóru í lagi, og tað vóru tey so eftir øllum at døma. Sum tað framgongur aðra staðni á síðuni, so hevur hetta tó eisini vakt øði í Klaksvík, har starvsnevndarformaðurin, sum ikki er heilt ókendur í Vági, langar út eftir vestmenningum.
Slaturin vildi eisini vera við, at Neistin hevði fingið vitjan, og at Lina Andriulyte skuldi verða send av landinum, men sambært teimum upplýsingum, sum Sosialurin hevur fingið um málið, er einki í hesum. Enn hevði so eingin í Neistanum fingið vitjan av løgguni, og sum skilst vóru øll pappír her eisini komin í rættlag.
Kjarnin í øllum málinum tykist vera, at leikararnir hjá VB eru komnir til Føroyar sum vanlig ferðafólk. Til slíkt krevst bara vanligt ferða- (turist) visum, og tað hava tey í Vági hildið vera nóg mikið. Hetta er eitt nú loyvt í Danmark, har kunngerð gevur ítróttarfólki loyvi at virka fyribils við slíkum loyvi, men tann kunngerðin er ikki galdandi í Føroyum.
Sum skilst, so er tað heldur ikki enn soleiðis, at útlendsku leikararnir í Vági hava arbeiði, tí arbeiðsloyvið er jú ikki komið upp á pláss. Men sambært ákærunum, so er tað nóg mikið, at leikararnir hava móttikið nakrar veitingar frá VB. Í hesum førinum hevur VB syrgt fyri ferðaseðlunum, tá útlendingarnir eru komnar til landið, eins og hesi eisini skulu hava eitt stað at búgva, og hetta hevur ákærin heft seg við. Sambært skattalógini er slíkar veitingar at rokna sum skattskyldug inntøka, og skalt tú hava skattskylduga inntøku í einum landi, er neyðugt við arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Hetta hava eftir øllum at døma ikki hugsað um í Vági. Og at meta eftir útlendingalógini, so kann hetta geva eina harða revsing.
§ 59, stk. 2 í lógini sigur, at «Med bøde, høfte ella fængsel indtil 1 år straffes en, som beskæftiger en udlænding uden fornøden arbejdstilladelse på Færøerne...«. Altso kann leiðslanVB, sum í hesum førinum verður roknað sum arbeiðsgevarin, í ringasta føri standa til fongsulsrevsing í eitt ár. Hetta tó treytað av, at lógarbrotið er framt við vilja ella við grovum ósketni og við fíggjarligum fyrimuni fyrimuni fyri eyga, og tað er ilt at ímynda sær, at hetta skuldi verið galdandi í førinum hjá VB.
Tøgn í HSF
Meðan málið soleiðis rumblar ógvusligani í feløgunum kring landið, tykist Hondbóltssambandið standa sum tigandi aktørur á síðulinjuni. Okkum hevur ikki eydnast at fingið orðið á formannin í HSF, Eivind Jacobsen, sum er burturstaddur í arbeiðsørindum, men sum skilst, so hevur HSF enn ikki lagt seg úti málið.
Spurningurin er so, hvørt tað hevði gjørt nakran mun, um HSF biðjur myndugleikarnar hyggja við eitt sindur mildari eygum eftir málunum, men við at standa tigandi, kann tað einans elva til, at ákærur um passivitet fara at hegla oman yvir sersambandið.
Hvussu er og ikki, so er undir øllum umstøðum líkt til, at ein kavabóltur er farin á rull. Ikki bara innan hondbóltin, men so sanniliga eisini innan allan føroyskan ítrótt, tí er fútin fyrst farin at grópa hjá einstøkum hondbóltsfeløgum, so er lítið at ivast í, at onnur feløg kunnu vænta sær vitjan. Hvørjir vinnararnir eru í hesum spælinum er ilt at síggja, men tapararnir kunnu helst gerast fleiri. Í løtuni tykjast tvær litaviskar hondbóltskvinnur og leiðslan í VB at standa á hesum lista, og eingin trygd er fyri, at tann listin ikki verður longdur í næstum.