Svanur kemur eitt nystovnað itróttafelag fyri brekað í Eysturoynni at eita. ÍSB bleiv stovnað í 1981, og var ætlanin alla tíðina, at lokal feløg skuldu mennast runt landið. Men ikki fyrr enn nú er hetta komið so langt. Svanur verður fyrsta felag undir ÍSB!
Svanur vil arbeiða fyri:
? at menna ítrótt fyri brekað í Eysturoy
? skapa umstøður fyri fleiri itróttagreinum
? skipa fyri kappingum saman við ÍSB
? skapa áhuga fyri ítrótti millum fólk við breki í Eysturoy og harvið geva gerandisdegnum eitt innihald
? skapa okkum ein samleika, identitet, hetta er okkara felag, sum vit eru glað fyri og standa saman um.
? at fáa rørslutarnað í gongd við itrótt.
Stovnandi aðalfundur verður i Skúlanum við Løkin í Runavík í kvøld kl. 19. Tá verður nevndin mannað, og nýggja ítróttarfelagið fer til verka.