Í ÍtróttarSosialinum, sum er komin á gøturnar saman við Sosialinum í dag, kanst tú lesa um, at tað kostar Hondbóltssambandinum áleið eina millión krónur í eykarokningum, at vit mugu spæla okkara heimadystir í Danmark.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
– Tað er vandi fyri, at vit ikki kunnu melda til næstu ferð. Vit eru ikki við at fara av knóranum, men vandin er, at tað verður fíggjarliga ógjørligt hjá A-landsliðnum at spæla kappingar, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, við ÍtróttarSosialin.
Fylg okkum á Facebook við at trýsta HER
Longu nú eru allar venjingarlegur hjá øllum A og U-landsliðunum spardar vekk, men tað kemur ikki upp á tal at niðurleggja U-landsliðsvirksemi, men í løtuni er ein vandi fyri, at A-landsliðið ikki verður meldað til komandi kappingar.
Munurin millum at spæla heimadystirnar í Føroyum og í Danamrk, er áleið ein millión krónur. Les alt um støðuna viðvíkjandi landsliðsarbeiðinum hjá Hondbóltssambandinum í ÍtróttarSosialinum í dag.