Summarstevnurnar verða alt meiri og meiri skýrdar at vera ítróttarstevnur. Tað er kanska ikki so løgið, um hugt verður at norðoyastevnuskránni í ár. Í fleiri ár hevur ítrótturin fylt nógv í henni, og í so máta er árið í ár onki undantak.
Talvkappingar av ymsum slagi, rennikappingar, súkklukappingar, kappróður og ikki at gloyma ein rúgva av fótbólti.
Tað er tó serliga norðoyastevnuaftan, at allur ítrótturin er. Og so landskappingar og steypadysturin millum fyrstu deildar liðini hjá KÍ og Skála, sum verður norðoyastevnudag klokkan trý.
Men takast kann ikki frá fyrireikarunum, at rættuliga nógv er at fara til á norðoyastevnu. Um enn tað ikki er so nógv øðrvísi enn undanfarin ár.