Starvsnevndin hjá Ítróttasambandi Føroya hevur gjørt av at lata tvær
silvurnálir, sum Petur Elias Petersen handaði á EOC aðalfundinum
í Dublin um vikuskiftið
Fyrra nálin varð latin Karl Christian Koch, stjóra í Danska
Ítróttasambandinum, sum tøkk fyri gott samstarv og hjálp í nógv ár.
Karl Christian hevur saman við umsitingini hjá Danska
Ítróttasambandinum annars víst Føroyum stóra vælvild og hjálpsemi á
øllum økjum.
Seinnu nálina fekk Jesper Frigast Larsen, elitustjóri hjá Danska
Ítróttasambandinum, sum takk fyri hjálp og góð ráð serliga á altjóða
økinum. Hann hevur saman við øðrum nevndarlimum og starvsfólki í
Danska Ítróttasambandinum stuðlað Ítróttasambandi Føroya í royndunum
at vinna alsamt fleiri altjóða limaskapir.
Tað er óvanligt, at slíkur heiður verður sýndur útlendingum, men í
hesum føri metti starvsnevndin, at nálirnar fóru til persónar, ið
hava tænt føroyskum ítrótti í sínum arbeiði.
Myndatekstur:
Petur Elias Petersen, frá Ítróttasambandi Føroya, saman við Karl Christian Kock (v.m.) og Jesper Frigast Larsen (h.m.)