Treytir uttan proportiónir

Fyri seks árum síðani hartaði Løgtingsins Umboðsmaður Búnaðargrunnin fyri at seta alt ov harðar treytir fyri at veita bóndunum lán. Men treytirnar eru enn tær somu, og stóri taparin er landbúnaðurin, ið ikki endurnýggjar seg.

Áralanga stríðið hjá bóndunum móti Búnaðargrunninum hevur eisini verið á borðinum hjá Løgtingsins Umboðsmanni. Í apríl 2006 sendi Bóndafelagið kæru til Umboðsmannin, tí sambært felagnum hevði Búnaðargrunnurin broytt mannagongdir í samband við at veita lán til festi.
Bóndafelagið vísti á, at fyrr skuldi festarin vátta, at festið, sum hann og eftirkomarar hansara til eina og hvørja tíð hava, skyldar festilánið. Og felagið segði seg ikki kunna góðtaka, at henda siðvenja varð broytt til eitt krav um, at festarin persónliga skal kautionera fyri festilán.
Niðurstøðan hjá Umboðsmanninum varð greið. Samanhangur er ikki millum mátan, Búnaðargrunnurin velur at tryggja sínar ognir, og tær avleiðingar, sum hesin arbeiðsháttur hevur fyri festaran. Arbeiðshátturin er uttan proportiónir, segði Umboðsmaðurin, sum tí bað Búnaðargrunnin um at taka spurningin um persónliga kautión upp til nýggja støðutakan.
Men í dag, meira enn seks ár eftir niðurstøðuna hjá Umboðsmanninum, er støðan tann sama. Bøndurnir skulu hefta persónliga, tá teir taka lán úr Búnaðargrunninum.


FAKTA – niðurstøða hjá Umboðsmanninum, januar 2007:

”Eftir mínari meting, er kravið um persónliga kautión ein órímilig treyt at seta festaranum. Tann hátturin, sum grunnurin velur at tryggja sínar ognir uppá, stendur ikki í mát við tær avleiðingar, sum kunnu verða fyri festaran. Hetta er ikki í tráð við sokallaðu markregluna (proportionalitetsprinsippið), ið snýr seg um, at fyrisitingin hvørki kann ella eigur at gera størri inntriv í rættindini hjá borgaranum, enn endamálið við atgerðini tilskilar.”