Triði hvør næm­ing­ur í Eið­is skúla hev­ur ann­að móð­ur­mál enn føroyskt

Broytta næmingasamansetingin ger skúlan fjølbroyttari og rúmligari, heldur lærari í Eiðis skúla. Samstundis verður eftirspurt meiri orka til málundirvísing.

Mynd: Skúlablaðið

Triði hvør næmingur í Eiðis skúla er antin tilflytari ella barn hjá einum ella báðum foreldrum, sum eru flutt til Føroya úr øðrum landi. Tað merkir, at nógv børn hava meiri enn eitt mál heima.

 

Tað skrivar Skúlablaðið í einari samrøðu við læraran Paulu Bøgesvang, sum hevur starvast í Eiðis skúla í tíggju ár.

 

Hon heldur, at broytta næmingasamansetingin hevur gjørt skúlan bæði litríkari og rúmligari.

 

– Børnini koma við øðrum hugsanarháttum, øðrum mentanum og øðrum mátum at liva uppá. Tað lærir okkum, at tað eru nógvir mátar at liva, og vit læra minst líka nógv frá teimum, sum tey læra frá okkum, sigur hon.

 

Samstundis vísir Paula Bøgesvang á, at tað krevur nógv av lærarum at undirvísa næmingum, sum ikki duga føroyskt. Hon heldur, at skúlar við nógvum næmingum, sum hava føroyskt sum annaðmál, eiga at fáa fleiri lærarar og fleiri tímar til intensiva málundirvísing.

 

Fyri tveimum árum síðani tók hon útbúgving sum lærari í føroyskum sum annaðmál. Hon leggur dent á, at tilflytarar ikki skulu missa sítt egna mál og sína mentan, men at samfelagið eigur at byggja á integratión heldur enn assimilatión.

 

Í hesum skúlaárinum ganga 94 næmingar í Eiðis skúla. Teir hava røtur í millum annað Nepal, Filipsoyggjunum, Póllandi, Meksiko, Brasil, Íslandi, Danmark, Týsklandi, Kenja og Grønlandi.

 

Les alla samrøðuna í Skúlablaðnum ella á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum

 

Mynd: Skúlablaðið