Tríggir suverenir bátar undan fjórða FM-róðrinum

Kappróður: Junkarin hjá dreingjum, Snopprikkur hjá monnum og Eysturoyingur hava vunnið allar róðrarnar higartil

Fyri fjórðu ferð í ár verða kappróðrarbátarnir um vikuskiftið drignir til FM-róður, hesa ferð á jóansøku í Vági.

Og tað er ymiskt, hvussu stórur spenningurin er í teimum ymsu róðrunum. Tríggir bátar hava vunnið allar sínar róðrar higartil. Teir eru Junkarin (5-mannafør við dreingjum), Snopprikkur (6-mannafør við monnum), og Eysturoyingur (10-mannafør).

Hesir tríggir bátarnir hava verið rættiliga suverenir í ár, og tað er langt niður til næsta bátin á stigatalvuni. Um onkur av hesum trimum bátunum eisini vinnur á jóansøku í dag, skal vilja heilt illa til, um teir ikki fara avstað við FM-heitinum.

So er spenningurin nógv størri aðrastaðni, fyrst og fremst hjá 8-mannaførunum, har tað er trongligt á stigatalvuni ? bert fimm stig eru millum nummar eitt og nummar fýra.

Miðvingur hevur vunnið tveir teir seinastu róðrarnar, á Skálafjørðinum fyri tveimum vikum síðani og í Hvalvík seinasta vikuskifti, og tað ger teir eisini til favorittar í dag. Men nógvir eru um boðið, og Argjabáturin, sum lá á odda áðrenn Sundalagsstevnuna, er bert eitt stig aftanfyri, og um argjamenn vinna, eru teir aftur fremst, eisini um Miðvingur verður nummar tvey í dag.

Knørrur og Kvívíkingur eru eisini framvegis væl við í kappingini og kunnu við einum sigri koma heilt upp í toppin.


Ørnin og Kollur kappast

Í kappingini hjá 5-mannaførum við gentum hava tveir bátar drigið eitt sindur frá hinum í oddinum. Ørnin vann í Hvalvík og kom upp á 16 stig, meðan Kollur á øðrum plássi hevur 13 stig. Síðani er eitt lítið glopp niður til Svan, Junkaran og Erlu Kongsdóttir, sum allir hava níggju stig, og Royndina Fríðu, sum hevur átta stig.

Royndin Fríða legði hart út við at vinna á Norðoyastevnu, men síðani er stígur komin í hjá nýggja bátinum hjá vágbingum, sum kortini man fara at gera ein eyka stóran innsats, nú genturnar rógva á heimasjógvi.

Men tað skal eisini ein stórur innsatsur til at taka Ørnina, Koll og Svan, sum allir ganga væl í løtuni. Í seinasta róðrinum, sum Ørnin vann, var sera stutt millum bátin úr Sandavági og Svan av Skála, og Kollur var bert tvey sekund aftan fyri hesar báðar fyrstu. So spenningurin er varðveittur hjá gentunum.


Tveir bátar hjá kvinnunum

Eins og hjá gentunum eru tað hjá kvinnunum eisini tveir bátar, sum hava tikið seg eitt sindur burturúr. Hvessingur vann á heimasjógvi seinasta vikuskifti og hevur 19 stig, meðan Jarnbardur stendur á 17.

Seinasta vikuskiftið vann Hvessingur við eini heilari bátslongd framman fyri Jarnbard, men munurin verður neyvan størri enn tað í dag. Í Hvalvík fylgdi Lómur væl við og kann kanska taka annan av hesum báðum fremstu, um tær veruliga spíla seg út. Men sum heild fer FM-stríðið í 6-mannaførum hjá kvinnum ivaleyst at standa millum Hvessing og Jarnbard.


Tríggir suverenir

Hjá dreingjunum hevur Junkarin vunnið allar róðrarnar higartil, og um teir eisini vinna á Jóansøku, koma teir upp á 28 stig, meðan nærmasti kappingarneytin Drekin so bert kann koma upp á 19. So eru ellivu stig á muni og bert tveir róðrar eftir, so um tað verður úrslitið, er ikki langt eftir á mál til FM-heitið hjá Junkaranum.

Tað sama ger seg galdandi hjá Snopprikki, sum hevur vunnið allar 6-mannafarsróðrarnar hjá monnum higartil. Har hava Hósvíkingur og Sølmundur 13 stig í part, so eisini har kunnu havnarmenninir, ið manna bátin hjá hvalbingum, meir ella minni tryggja sær FM-heitið longu í dag.

Og so er tað Eysturoyingurin, hesin nýggi báturin hjá runavíkingum, sum hevur vundið burtur úr øllum í róðrunum higartil. Tað verður heldur ikki óvæntað, um hann fer at gera tað sama í dag.