Levita de Deus Nunes (109), Zoraide de Deus Mota (104) og Zulina de Deus Nunes (103) vóru í vikuni tilsamans 316 ár og 302 dagar gamlar.
Tað merkir, at tær alment eru staðfestar at vera heimsins elstu systkin.
Verdens Gang, sum endurgevur Reuters, veit at siga, at systrarnar, sum allar búgva í Rio de Janeiro, halda, at góður kostur og aktivur lívsstílur er lykilin til, at tær eru vorðnar so gamlar.
Zulina, sum er hin yngsta, sigur seg minnast sum barn, at tær svumu og fiskaðu í áunum. Alt var feskt, sum familjan át, tí tey høvdu einki kuldaskáp.
##med2##
Systrarnar eru ikki bara komnar í Guinness.
Granskarar við Universitetið í São Paulo vilja nú eisini hava at vita, hví tær hava livað so eingi og hava hildið seg frískar so langt upp í árini.
- Við dna-royndum leita vit nú eftir verjandi ílegum, og vit vita, at tað eru fleiri ílegur, sum kunnu geva verju, sigur granskarin, Mayana Zatz, við Reuters.











