Tríggur tiknir fyri at koyra við kenning

Løgreglan gjørdi ferðslukanningar í gjár

Í nátt gjørdi løgreglan ferðslukanningar og hesa ferð var endamálið at kann um bilførarar vóru edrúir. Løgreglan sigur, at í hesum sambandi vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt, tveir í miðøkinum og ein norðan fyri. Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stak friðarligt. Eitt fólk fekk bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar, tí tey vóru so ólátað.

 

Annars hevur løgreglan fingið ein langan lista frá Akstovuni við bilum, sum nummarpláturnar skulu takast av, tí eigarin skyldar vegskatt. Hesar seinastu dagarnar hava tey tikið nummarpláturnar av fleiri bilum og hesa næstu tíðina arbeiða tey seg ígjøgnum listan, so fleiri bilar fara at missa pláturnar í næstum.