Vinnulív
Tað gongur strúkandi hjá nýggja trolvirkinum í Vági, Injector Door. Virkið hevur nú rættiliga bitið seg fast á altjóða marknaðinum, líka sunnan úr Ný Sælandi, eystur í Afrika og norður í Kanada.
Jan Allan Múller, marknaðarstjóri hjá trolvirkinum Injector Door, sigur, at hann kann ikki annað enn lata væl av gongdini.
Sostatt avlívar hann eisini upp á tað allar harðasta leysasgurnar í Vági seinstu dagarnar um, at Injector skal vera í fíggjarligum trupulleikum og vera við at fara á húsagang.
?Tað er beint øvugt, sigur hann. Injector Door má av sonnum sigast at vera ein sólskinssøga í føroyum vinnulívi. Sjálvandi er øll byrjan trupul, ikki minst, tá ið talan er um at bróta upp úr nýggjum, men tað hevur gingið alsamt framá, ikki minst hetta seinsta árið, tá ið umsetningurin hjá felagnum er fleirfaldaður.
?Hetta seinasta árið er umsetningurin hjá Injector Door vaksin yvir 300%, sigur Jan Allan Múller.
Hann sigur, at talan var um at koma inn á ein ogvuliga konservativan marknað við eini spildurnýggjari framleiðslu og tað er ómetaliga krevjandi.
Men hjá Injector Door hevur hetta eydnast so mikið væl, at felagið nú verður noytt til at víðka um virksemið fyri at kunna nøkta eftirspurningin.
Jan Allan Muller sigur, at fiskivinnan runt um í heiminum hevur veruliga fingið eyguni upp fyri trollemmunum íVági og eftirspurningurin eftir teimum veksur tískil støðugt.
?Umframt til fiskiflotan í fleiri londum í Evropa, selja vit eisini lemmar til fiskiskip í Kanada, í fleiri londum í Afrika, Saudi Arabia og til skip í Falklandsoyggum, Nýsælandi, Avstralia og Russlandi, fyri at nøvna nøkur lond úr hvør sínum herðashorni.
Hann sigur eisini, at lemmarnir í Vági, eru ógvuliga ymiskir til støddar.
? Vit hava gjørt heimsins størstu trollemmar, tað eru tveir lemmar sum vóru 19 fermetrar til støddar hvør, ella sum eitt hampiligt stovugólv og teir viga 6.500 kilo hvør.
Teir lemmarnir vórðu lætnir norska rækjutrolaranum Remøy.
-? Vit hava eisini gjørt heimsins minstu trollemmar, teir vóru bara 0,6 fermtrar, ella sum eitt lítið, fittligt køksborð.
Teir lemmarnir fóru umborð á ein lítlan, danskan trolara.
Reiðarí við 350 skipum
Marknaðarstjórin hjá Injector Door sigur, at eitt nú leverar virkið í Vági lemmar til 90% av teimum stóru rækjutrolarunum í Grønlandi. Sum heild hevur Injector Door eini 65% av øllum grønlendska marknaðinum.
? Og í farnu viku gjørdu vit eisini avtalu við risastóra útgerðarfelagið Cardomar í Spania, sum umsitur ikki færri enn 350 trolarar.
?Avtalan við teir gongur út uppá at levera lemmar til so nógvar bátar hjá teimum sum gjørligt. Men harumframt verður Cardomar umboð fyri Injector Door í Spania og Portugal.
?Gardomar er eitt stórt, viðurkent felag, sum hevur stóra ávirkan á fiskivinnuna har um leiðir og vit eru ógvuliga fegin um at hava fingið so týðandi samstarvsfelaga, sigur Jan Allan Múller.
Samstarv við Kanadiskar myndugleikar
Jan Allan Múller sigur, at í vár fer Injector Door, saman við trolvirkinum Vónini í Fuglafirði, undir eina verkætlan í samstarvi við Orkumálaráðið, Vinnumálaráðið og eitt reiðarí í Kanada.
?Hetta er ein verkætlan, sum skal útgreina, hvussu kanadiarar kunnu fáa sum mest burturúr teirra fiskivinnu og har er so teirra meting, at lemmar úr Vági og trol úr Fuglafirði koma at fáa ein týðandi leiklut.
Hann sigur, at úrslitið av hesi royndini verður lagt fram á fiskivinnustevnu í Trondheimi í Noregi seinni í ár.
Ikki føroyingar
Jan Allan Múller sigur, at hóast útlendingar rættiliga hava fingið eyguni upp fyri dygdunum í lemmunum hjá Injector, hevur tað knípt at fáa fótin rættiliga fastan á føroyska marknaðinum.
Men hann veit eisini, hvørjar orsøkirnar til tað eru:
?Tá ið lemmarnir vórðu mentir, vóru teir royndir umborð á føroyskum skipum. Men av tí, at talan var um royndir, vóru sjálvsagt nøkur mistøk gjørd.
? Hesi byrjunartrupulleikar hanga tíverri við enn, hóast lemmarnir eru nógv mentir síðani tá og tískil eisini rigga nógv betur nú, enn teir onkuntíð gjørdu tá.
Tí ivast hann heldur ikki í, at tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn føroysk skip eisini í størri og størri mun fara at seta føroyskar lemmar undir trolini.
?Lemmarnir rigga til fulnar, líka úr Nýsælandi, um Falklandsoyggjarnar, norður til Grønlands, so tað skal vera løgið, um teir ikki eisini rigga til fulnar hjá føroyskum bátum.
Hann leggur afturat, at Injector ger lemmar bæði til vanligan botnfiskiskap og til fiskiskapeftir uppsjóvarfiski. Tað arebeiða gott 20 fólk á trolvirkinum hjá Injector Door í Vági og á umboðsskrivstovuni í Esbjerg í Danmark er Jan Allan Múller sjálvur annar.
Hava fingið blátt stempul
Marknaðarstjórin hjá Injector Door, sigur, at lemmarnir verða marknaðarførdir og seldir sum ein háment vøra.
?Tað sæst aftur í prísinum, tí okkara lemmar eru eini 30-40% dýrari enn teir vanligu lemmarnir. Men hesin meirkostnaðurin er skjótt spardur inn aftur,
Jan Allan Múller sigur, at tær frágreiðingar, teir hava fingið frá skiparum, sum hava brúkt lemmarnar, vísa allar á, at skipini spara munandi olju við at brúka føroysku lemmarnar. Orkusparingin hjá flestu trolarunum liggur ímillum 10-15% og oftani eisini meiri enn tað.
? Men hartil kemur, at hesir lemmarnir hava at kalla ikki samband við havbotnin, tá ið togað verður. Tvs, at skipini spara nógvar skógvar.
? Tað, vit fáa at vita frá trolarum, er, at nú teir eru farnir at brúka lemmarnar úr Vági, kunnu teir hava tsomu skógvar undir lemmunum í einar seks vikur, har teir fyrr plagdu at skifta skógvar eina ella tvær ferðir um vikuna, tá ið teir brúktu teir vanligu lemmarnar.
At skifta skógvar kostar einar 7.000 krónur hvørja ferð, so tað verður skjótt til pengar, sigur Jan Allan Múller.
Hann sigur, at bæði tað, at lemmarnir eru orkusparandi hjá trolarunum og tað, at teir at kalla ikki koma í botn og tískil heldur ikki fara so illa við havbotninum, sum vanligu lemmarnar, hevur fingið donsku stjórnina at geva lemmunum tað bláa stemplið.
Tað ber í sær, at danskir trolarar, sum fáa sær lemmar úr Vági, fáa 20% av kostnaðinum endurgoldið úr danska landskassanum eftir eini lógvargrein um íløgur í ?umhvørvis- og orkusparandi tiltøk?.
Nú royna fiskivinnumyndugleikar í Grønlandi eisini at fáa grønlendska landskassan at veita grønlendskum skipum somu sømdir.
Hetta siga skiparar um trollemmarnar úr Vági
Petur Kjærbæk, skipari á Kiliutaq, Grønland:
Av tí at vit bara havt havt lemmarnar undir í sjey vikur, er tað sjálvsagt trupult at siga nakað endaligt um, hvussu væl teir halda.
Men í hvussu so er hava vit staðfest, at vit hava spara einar 400 litrar av olju um samdøgurið, síðani vit fóru at brúka lemmar frá Injector Door.
Síðani eg fór at fiska rækjur undir Vesturgrønlandi fyri 15 árum síðani, er hetta fyrstu ferð, at einir skógvar hava vart í 36 dagar og vit hava roynt nógv ymisk sløg av lemmum.
Lemmarnir hanga beint og teir koma ikki ov langt inn í kjalarvørrin, tað hevur stóran týdning, tá ið vit fiska við tvítroli.
Lemmarnir eru góðir at skjóta, teir spíla væl og halda spílin.
Eftir mínum tykki hava vit gjørt eitt gott keyp. Stendur tað til mín, verður hetta ikki síðstu ferð, lemmar frá Injector Door verða keyptur umborð á Kiliutaq.
Dávur D. Mohr, skipari á Timmiarmiut, Grønland:
Vit eru sera fegnir fyri okkara nýggju lemmar frá injector Door. Av tí at maskinan er í minna lagi eftir skipinum, hava vit verið noyddir at seta nógv á motorarnir, so at siga alla tíðina, men síðani vit fingu hesar nýggju lemmarnar, klára vit okkum vit nógv minni motormegi.
Spølini plaga at hava eitt trýst uppá 31 bar, nú er tað niðri á 27-28 bar.
Eg havi aldrin roynt lemmar, sum á nakran hátt tola samanbering við lemmarnar frá Injector Door.
Skiparin á Grand Hermine,Frakland
Teir eru lættir at arbeiða við. Slitið er nógv minni enn við øðrum lemmum, vit hava brúkt. Teir spíla væl og eru sera stúttir. Tað er ongin ivi um, at vit fara at brúka hesar lemmarnar í framtíðini og vit fara eisini at mæla øðrum til at brúka teir.
Skiparin á Skjøtningsberg, Noreg:
Vit hava brúkt lemmar frá Injector í fiskiskapi eftir toski og rækjum. Tað hevur verið eitt ótrúligt framstig á øllum økjum.
Við vanligum lemmum máttu vit seta 90-100% á maskinuna, tá ið vit togaðu. Nú, vit hava lemmar frá Injector, er tað bara neyðugt at seta 60% á maskinuna og kortini toga vit 1,5-2 míl skjótari enn fyrr. Hetta hevur ført við sær, at vit fáa toga átta tíma longri um samdøgurið.Vit hava spart einar 1.500 litrar av olju um samdøgurið, tað er ein sparing upp á 28%, og vit hava spart einar 20 litrar av smyrjiolju um døgnið.
Lemmarnir eru lættir at skjóta. Teir ganga lætt eftir botni og tað hevur gjørt, at vit ongantíð verða fastir í botni.
Johan Granfors, skipari á Sonne, Finland:
Lemmarnir frá Injector Door spíla 20% meir, uttan at brúka meiri olju. Spíla væl ímeðan vit snara og tað eru vit ikki vanir við. Sera lættir at arbeiða við
Henrik Torkelson, skipari á Almy West, Svøríki:
Vit hava spart eini 20% í olju, síðani vit fóru at brúka lemmar frá Injector, hóast vit toga við somu ferð. Lemmarnir eru lættir at snara við og ganga lættliga eftir vánaligum botni
Heðin Joensen skipari á Varak, Noregi:
Sera lættir at arbeiða við og vit hava spart munandi í olju, síðani vit fóru at brúka lemmar frá Injector Door, hóast vit toga skjótari
Skipararnir eru endurgivnir av nýggju heimasíðuni hjá Injector Door á www.injectordoor.com
Heimasíðan er ikki endaliga liðug, men har verður greitt frá lemmunum á átta ymsum tungumálum.