Trump: Iran hevur mist møguleikan fyri góðari avtalu við USA

Amerikanski forsetin, Donald Trump, heldur, at Iran hevur latið ein góðan møguleika fyri eina avtalu við USA fara framvið.

Donald Trump segði fyrr í vikuni, at ein avtala við Iran var nær. Nú heldur hann, at Iran hevur mist møguleikan fyri einari góðari avtalu við USA. (Savnsmynd: Saul Loeb/Ritzau Scanpix)

Tað skrivar hann á sosiala miðlinum Truth Social.

– Búllin (the bully) í Miðeystri er DEYÐUR, skrivar Trump.

Hann sigur, at iransku myndugleikarnir vóru ov leingi um at samráðast um eina avtalu, sum hevði verið teimum til fyrimuns.

– Teir hava verið ov leingi um at samráðast um eina avtalu, sum hevði verið góð fyri teir, og nú noyðast teir at gjalda prísin, skrivar forsetin.

Trump heldur eisini uppá, at stórir partar av iranska herinum eru lagdir í oyði.

– Iranski herurin er í fullkomnum ruðuleika. Stórir partar av honum, eitt nú flotin og flogvápnið, eru í veruleikanum ikki til longur.

– Teir eru fullkomiliga sigraðir, skrivar hann.

Hørðu útmeldingarnar eru í greiðari andsøgn til tað, Trump segði fyrr í vikuni. Nýliga helt hann fram, at ein friðaravtala millum USA og Iran var nær við at vera veruleiki.

Sambært amerikanska miðlinum CNN var tað 37. ferðin, at Trump segði, at ein avtala var á veg.

Støðan broyttist tó skjótt, eftir at Iran sambært USA skeyt eina amerikanska hernaðartyrlu niður nær Hormuzsundinum týsdagin. USA svaraði aftur við fleiri álopum móti iranskum málum, og Iran svaraði síðani aftur við álopum á amerikanskar herstøðir í Miðeystri.

Sambært Reuters hevur Fox News nú eisini boðað frá, at Trump í einari telefonsamrøðu við sjónvarpsstøðina hevur sagt, at hann umhugsar nýggj álop á Iran.

Talan kann verða um álop á elverk og brýr í landinum, tí Trump metir, at Iran hevur verið ov seint úti við at fáa eina avtalu upp á pláss.

Kríggið millum USA og Iran byrjaði við amerikonskum og ísraelskum loftálopum síðst í februar. Ein vápnahvíld kom í gildi 8. apríl, men síðani hava fleiri álop kortini verið millum partarnar.

 

 

Donald Trump segði fyrr í vikuni, at ein avtala við Iran var nær. Nú heldur hann, at Iran hevur mist møguleikan fyri einari góðari avtalu við USA. (Savnsmynd: Saul Loeb/Ritzau Scanpix)