Tað er væntandi, at amerikanski forsetin fer at hitta sínar ovastu trygdarráðgevar týsdagin.
Evnið verður hernaðarlig tiltøk móti Iran, veit amerikanska tíðindastovan, Axios, at siga.
- Klokkan slær fyri Iran, og tey eiga at koma í gongd beinanvegin, skrivar Donald Trump á sínum sosiala miðli.
Amerikanski forsetin leggur aftrat:
- Koma tey ikki í gongd skjótt, verður einki eftir av teimum, skrivar Donald Trump sambært Axios á Truth Social.











