Tað stóð heilt nógv upp á spæl í Gundadali í kvøld. Grannauppgerðin millum HB og B36 var avgerandi fyri, hvat av stóru havnarfeløgunum skal vera við, tá ið lutur í annaðkvøld verður drigin um, hvør skal spæla ímóti hvørjum.
Síðstu umførini í landskappingini hava ikki verið nakað serlig hjá HB, men í kvøld var einki at rafla um. Tølini siga, at HB eigur steypaliðið yvir øll onnur, og í kvøld reisti HB seg sum fuglurin Føniks eftir ikki sannførandi avrikið og 2-0 heimatapið ímóti KÍ síðsta sunnudag.
HB vann 3-1 ímóti B36, sum harvið er varpað úr steypakappingini. Tað vóru teir í hvítu og svørtu leguni vónbrotnir um, meðan tað í kvøld var fagnaður í norðara enda í Gundadali.
Mathias Voss legði HB á odda, tá ið ein stórur hálvur tími var farin. Hann royndi seg av brotsteigarmarkinum, og bólturin tók í ein mótstøðumann og snýtti Silas Eyðbjørnsson í B36 málinum.
Inntil tá hevði tað ikki verið so lívligt, sum tað kanska var lagt upp til, at tað skuldi vera í grannauppgerð. B36 royndi fram ímóti steðginum at sprutta og spenna álopsbogan, men tað var HB, sum í síðstu løtu undan hvíldini økti um leiðsluna til 2-0. Tað var mest sum burtur úr ongum, tá ið Storm Pettersen sendi bóltin í málið, og hóast B36 eftir steðgin royndi, og tað í løtum riggaði væl, so eydnaðist tað ikki at umseta støður og onkran møguleika til mál, og tá ið tað restaði eitt korter var tað Ejvind R. Mouritsen, sum økti um munin til 3-0.
Tá ið stóripinnur hevði verið fimm ferðir eyka runt, minkaði innskifti Tobias Hansen um munin til 3-1, men tað broytti ikki, at hetta var HB kvøld í Gundadali.
Á Toftum vann KÍ 3-0. Páll A. Klettskarð var tvífaldur málskjútti, og Árni Frederiksberg skoraði eitt mál. Hálvleiksstøðan var 2-0.
Í Sarpugerði vann Víkingur trivaligan 5-0 favorittsigur ímóti FC Hoyvík. Hálvleiksstøðan var 1-0.
Jákup Johansen og Mikkel Hyllegaard vóru tvífaldir málskjúttar, og Sølvi Vatnhamar umsetti brotsspark til mál.
Síðsta fjórðingsfinalan verður í annakvøld klokkan 18.30 í Sørvági. Hon verður millum 07 Vestur og NSÍ. Eftir dystin verður lutakast um, hvør fer at spæla ímóti hvørjum í hálvfinalunum.











