Tað stendur á jøvnum 1-1 millum Kyndil og VÍF í FM-finalunum í SMS-deildini. Og tað skulu leikast minst tvær FM-finalur aftrat áðrenn FM-vinnarin er funnin.
Í kvøld vann VÍF aftaná longda leiktíð og brotskastskapping 35-34 á Kyndli í høllini í Vestmanna. Fríða Nolsøe Olsen skoraði sigursmálið í brotskastskappingini.
Í brotskastskappingini brendi Kyndil tvey brotskøst, meðan VÍF bert brendi eitt brotskast.
Vanliga leiktíðin endaði við javnleiki 27-27. Í steðginum var Kyndil á odda 15-12. Aftaná 10 minuttirs longda leiktíð stóð á jøvnum 31-31.
Fríða var við átta málum toppskjútti hjá VÍF. Turið Arge Samuelsen skoraði heili 14 mál fyri Kyndil.
Triðja FM-finalan verður leikt í høllini á Hálsi, leygardagin klokkan 17.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá aðru FM-finaluni:
##med2##












