Amerikanski forsetin, Donald Trump, stevnir The New York Times fyri 15 milliardir dollarar fyri bakvasking og ærumeiðing.
Tað skrivaði Trump týsdagin á sínum sosiala miðli, Truth Social.
- Í dag havi eg tann stóra heiður at leggja sak fyri bakvasking og ærumeiðing móti The New York Times fyri 15 milliardir dollarar.
- Eitt tað ringasta og mest degenereraða blaðið í søgu okkara, skrivar Donald Trump.
15 milliardir dollarar svarar til 95,1 milliardir krónur.
Republikanski forsetin heldur, at blaðið er vorðið eitt málgagn hjá demokratunum.
- Eg meti tað vera størsti ólógligi valstríðsstuðulin nakrantíð, skrivar Trump.
Samstundis heldur forsetin, at blaðið í áravís hevur skrivað lygisøgur um hann, familju hansara og vinnufyritøkur.
Rættarmálið er lagt fram í einum rætti í Florida.
/Ritzau/