Torshavn.fo:
Elsa Berg, borgarstjóri, handaði felagnum eitt gávubræv uppá 10.000 krónur og bar eisini eina føðingardagsheilsan fram.
"Góðan dag øll somul.
Takk fyri, at eg eri boðin við nú hátíðarhildið verður, at 130 ár eru liðin, síðani Ungmannafelagið Sólarmagn varð stovnað.
Sólarmagn. Eitt skaldakent orð. Eitt vakurt navn. Men eisini eitt aktuelt orð.
Tí nú 130 ár eftir, at Sverre Paturson og Jóannes Dalsgarð tóku stig at stovna Sólarmagn, eru bæði felagið og navnið aktuelt.
Sólarmagn ella sólorka, sum vit siga í dag.
Sólarmagn var virkið frá fyrsta degi.
##med2##
Tað var ongin ivi um, at tað, sum lá stovnarunum í huga var føroyska tjóðin, føroyska málið og føroyska samfelagið.
28. mai 1905 hevði Sólarmagn fund og 9. juli sama ár var fólkafundur í Reynsmúlalág.
Á hesum báðum fundum varð ein samtykt, sum varð send Løgtinginum.
Har stendur millum annað:
”Í øllum almanna barnaskúlum í Føroyum skal lærumálið vera føroyskt. Føroyinga søga og Føroya landslæra skulu lærast í øllum føroyskum almanna skúlum. Allir føroyskir skúlar skulu nýta føroyskar sangbøkur.”
Nú meira enn 120 ár seinni, eru hesi mál langt síðani rokkin.
##med3##
Men vit mugu framvegis halda fast, tí mál og mentan okkara er framvegis undir trýsti av útlendskum málum.
Sólarmagn vildi eisini menna eina føroyska kjakmentan, so føroyingar lærdu at skifta orð um samfelagslig viðurskifti.
Í 1901 vóru Sólarmagn og Kunoyarfelagið á fundi.
Í blaðnum Fuglaframi siga feløgini millum annað:
“Ungmannafeløgini venja limirnar til at hugsa og til at útføra í lagaligum orðum tað, ið hugsað verður.”
Júst orðið “lagaliga” eiga vit at leggja merki til.
Tí við øllum sosialum miðlum, ið vit hava í dag, kann kjakið gerast heldur ógvusligt.
So kanska skuldu vit lagt hetta okkum í geyma, at hóast vit eru ósamd, so eiga vit at orða okkum lagaliga.
Eru vit lagalig ber eisini betur til at finna loysnir.
##med4##
Um Sólarmagn varð sett á stovn í dag, høvdu tað verið aðrar avbjóðingar í samfelagnum, ið stovnararnir høvdu havt í huga.
Kanska náttúra og umhvørvi høvdu verið ein teirra.
Tí á sama hátt, sum tað fyri 130 árum síðani vóru avbjóðingar fyri mál og mentan, hava vit í dag avbjóðingar við umhvørvinum og náttúruni.
Og tí mugu vit hugsa um sólarmagn, sólorku, og grønar loysnir.
Tí varðveita vit og verja náttúruna, gagnar tað eisini føroysku tjóðini.
Júst grøn orka, náttúra og umhvørvið eru tað, ið eg í politiska arbeiði mínum stríðist fyri.
Hetta er eisini ovarlaga í raðfestingini hjá okkum í býráðsmeirilutanum.
Mín vón er tí, at vit um nøkur ár kunnu siga, at vit verja og varðveita náttúru, umhvørvið og samfelag við sólarmagni.
Tórshavnar kommuna er fjøltáttað við bygdum, býum og oyggjum.
##med5##
Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu fegnist eg um, at vit hava virkið fólk á øllum støðum.
Nærum hvørja viku eri eg á vitjan runt í kommununi til tiltøk og annað, ið feløg, borgarar og onnur skipa fyri.
Tí fari eg eisini at takka tykkum her á Velbastað og í Kirkjubø fyri, at tit halda fast um virksemið í Sólarmagni.
Tit hava týdning fyri tykkara bygdir, fyri Tórshavnar kommunu, men eisini fyri allar Føroyar.
Vit vita, at uttan sól og sólarmagn er onki lív.
Vit kunnu kanska eisini siga, at uttan Sólarmagn var onki lív í føroyska málinum og í føroyskari mentan.
Hjartaliga tillukku við stóra degnum.
Takk fyri tykkara stríð, føroysku tjóðini og føroyska fólkinum at frama."
##med6##