Tómir talerkar hjá borgarum í Havn, meðan onnur siga ja takk til grind, sigur borgarstjórin nei takk, tí umsitingin sigur tað. Hanus Højgaard, grindaformaður, setti spurningin - er tað umsitingin ella Elsa Berg sum stýrir, svarið er ikki so sum Elsa Berg sigur í Útvarpinum, at hon stýrir - tað stendur í tíðindaskrivinum, sum Tórshavnar kommuna sendi út, sitat frá tíðindaskrivinum:
“Eftir at umsitingin hevði umrøtt málið varð mælt frá at taka grind til Tórshavnar kommunu á hesum sinni, og borgarstjórin varð kunnaður um hetta.”
Altso, hon verður bara kunnað og harvið sett skák mát av umsitingini. At umsitingin sleppur at hóreiggja sum henni listir uttanum politisku skipanina sigur, at Elsa Berg & Co hevur mist stýringina og fólkaræðið á vaglinum hevur tapt - hetta róptu tey undan valinum, men nú standa tey sum ryssa yvir deyðum fyli.
Sjálvandi skuldi Tórshavnar kommuna tikið ímóti grindini - havnamenn hava altíð tikið hvønn bita upp tá grind er.
Hetta, sum hendi er ein háðan frá Elsu Berg & Co ímóti grindamonnum og borgarunum í Tórshavnar kommunu, sum eg taki frástøðu frá.
Annfinn Brekkstein
býráðslimur í Tórshavnar kommunu