Donald Trump fordømir alopið á eina synagogu í Pittsburgh og kallar tað »óndskapsfult« og »antisemitiskt«.
Amerikanski ákærumyndugleikin setir fram 29 skuldsetingar ímóti manninum, sum er mistonktur fyri illgerðina í eini synagongu í Pittsburgh.
Tað upplýrsir Scott W. Bardy, ríkisákæri í Pennsylvania.
Ein av skuldsetingunum er um brúk av vápni við endamálinum at drepa. Tað skrivar tíðindastovan AP.
Myndugleikarnir vátta, at í minsta lagi 11 persónar doyðu undir álopinum. Harumframt eru seks fólk særd, av teimum fýra løgreglufólk.
Smáltir kring skuldsetingarnar verða almannakunngjørdar á tíðindafundi í dag, sigur Brady.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, fordømi álopið á Twitter og kallar tað »antisemitiskt«
– Allir amerikanarar syrgja hópdrápið á jødiskar amerikanarar í Tree of Life-synagoguni í Pittsburg. Vit biðja fyri teimum og avvarðandi teirra, skriar hann.
– Hetta ónda, antisemitiska álopið er eitt álop á mannaættina. Vit skulu øll arbeiða saman fyri at koma antisemitismuni í hesum heim til lívs. Vit mugu standa saman í stríðnum ímóti hatri, skrivar hann víðari.
Trump ætlar sær til Pittsburgh skjótast, sigur hann tíðindafólki í Illinois, har hann í gjár var á veljarafundi í sambandi við miðvalið 6. november.
Trump hevur givið boð um, at flaggast skal á hálvari stong til 31. oktober sum tekin um virðing fyri offrunum í álopinum. Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Tað snýr seg um øll amerikonsk fløgg við Hvítu Húsini eins og almenn og hernaðarlig fløgg í USA.
Eftir álopið eru fleiri túsund fólk komin til synagonguna at minnast offrini. Har hava tey lagt blómur og tendrað kertuljós nærindis illgerðarstaðnum.
Trump nevndi í gjár, at tað er væl møguligt, at allar kirkjur og synagongu í framtíðini skulu hava vápnað vaktarfólk.
Hann segði samstundis, at persónar, sum fremja hópmorð, eiga at dømast til deyða og »gjalda hægsta prís«, skrivar tíðindastovan Reuters.
/ritzau/