Leikaraummæli
1. Jens Martin Knudsen, NSÍ (59 dystir/0 mál)
Prógvaði enn einaferð, at føroyska landsliðið hevur tveir málverjar í altjóða flokki. Sjálvt um triðja málið var av tí slagnum, sum helst ikki skulu fara inn, so var sera avmarkað, hvat málverjin fekk gjørt við hetta ella nakað av hinum málunum. Hevði hinvegin fleiri góðar bjargingar, og sýndi eisini framúr reaktiónsevni, tá hann ta einu ferðina fór skeivur av frísparki frá Barasa. Tóktist onkra tíð at gera ov skjótt av í avspælinum, men var annars ein av føroyingunum, sum stóð sterkastur í myndini.
2. Hans Fróði Hansen, B68 (26/1)
Fekk aftur møguleikan á landsliðnum, nú Óli Johannesen var úti við skaða, men hevði hesaferð trupult við at staðfesta sína støðu í hópinum. Hevði fyri tað mesta stórar trupulleikar, tá kviku litavarnir fluttu bóltin skjótt úr síðu í síðu, og lat seg eisini lokka til at tøma øki í føroysku verjuni. Høvuðsspælið plagar ofta at viga upp ímóti veikleikunum á jørðini, og tað gjørdi tað í ávísan mun, tó at litavar eisini høvdu ein stóran og sterkan álopsmann. Ivaleyst hevði talan verið um meira hóskandi spæl til Hans Fróða, um dysturin hevði verið móti skotum ella íslendinguum.
3. Súni Olsen, GÍ (11/1)
Við kanska vakrasta málinum í altjóða fótbóltssøguni hjá Føroyum fekk Súni eina løtu alt Svangaskarð upp at kóka. Í spælinum á vøllinum var tó í løtum sera trupult hjá honum at halda spælinum uppi á sama trýsti. Kanska tí hann sum hin fyrsti fekk at kenna lítla tolið hjá dómaranum. Tóktist eins og mótstøðumenninir at hava stórar trupulleikar við at standa á vøllinum, og lat seg eisini yvirspæla nakrar ferðir. Men málið verður í øllum førum standandi í minninum í langa tíð.
4. Pól Thorsteinsson, B36 (31/0)
Var gjøgnum tað mesta av fyrra hálvleiki ein av stinnastu føroysku leikarunum. Vardi sum vant væl fyri í sínari síðu, og flestu bóltarnir frameftir, høvdu eisini ein móttakara. Fekk ein ordans bakkaláara, sum seinni noyddi hann av vøllinum, men hevði fram til tá verið ein av allarbestu føroysku leikarunum.
5. Jón Rói Jacobsen, Brøndby IF (15/0)
Framdi kanska sítt fyrsta mistak í allari undankappingini, tá hann av misgávum kom at verða partur av uppspælinum til fyrsta litaviska málið, og eina løtu tóktist hetta eisini at kosta stóran part av sjálvsálitinum. Fekk tó serliga í seinna hálvleiki spælt seg upp, og kom í so máta væl frá dystinnum. Slapp seinastu løtuna at royna seg í álopinum, men hevði tá millum lítið og einki at arbeiða við.
6. Jann Ingi Petersen, B68 (7/0)
Varð tikin framum Rógva Jacobsen á miðvøllinum. Uttan iva vegna góðu fótbóltsevnini, og í fyrra hálvleiki prógvaði hann partvíst, at hetta var rætt disponerað av venjarunum. Noyddist í seinna hálvleiki oman á bakkan, tá skaðin hjá Pól Thorsteinsson viðførdi eina størri rokering, og hetta setti avgjørt sín dám á seinna hálvleik. Er tó helst frægasta alternativið á bakk-plássinum í løtuni, men er samstundis heilt greitt ein spælari, sum skal hava nógva bóltkontakt, skal hann spæla upp til sítt besta.
7. Fróði Benjaminsen, B68 (24/1)
Hevði ein RISA møguleiki longu eftir fyrstu fáu minuttunum, men fekk ikki bóltin framvið verjuleikaranum á málstrikuni, og tóktist eina løtu at missa pippið av hesum. Spældi seg gjøgnum fyrra hálvleik væl uppaftur, og var við í nógvum av tí, sum føroyska liðið skapti. Seinna hálvleik hevði hann tíverri í alt ov stóran mun lyndi til at glíða heilt burturúr spælinum. Ivaleyst tí litavar koyrdu bóltin ov skjótt kring føroyska miðvøllin.
8. Julian Johnsson, ÍA Akranes (54/4)
Avgjørt ikki ein av bestu landsdystunum hjá Julian. Serliga meðan hann var í vinstra borði tóktist væntandi vinstra beinið at vera eitt handicapp, og evni hansara sum bóltvinnari komu heldur ikki nóg væl til sín rætt her. Varð seinni fluttur inn á miðvøllin, men kom her ongantíð heilt fyri seg, og hevði hópin av skeivum sendingum. Fekk tó einstakar ferðir sett ferð á við eyðkenda drive?num, men tíverri ikki í nóg stóran mun.
9. Jákup á Borg, B36 (30/1)
Var fyri tað mesta ein av mest eyðsýndu føroysku leikarunum. Ikki minst fyrstu løtuna, tá Føroyar spældu við trimum á toppinum, men eisini seinni fór stórur partur av føroysku álopunum upp gjøgnum hansara síðu. Hevur eisini neyðuga kvikleikan til at seta menn av á hesum støðinum, og kann tí sum ein av teimum fáu skapa yvirtalsstøður. Hinvegin hevur hann tíverri framvegis lyndi til at bíða ov leingi við innleggunum, tá bólturin helst skal smekkast innfyri alt fyri eitt.
10. John Petersen, B36 (50/6)
Hótti fyrstu løtuna við at gera sín 50. landsdyst til ein av sínum allarbestu, tá hann var við í sera nógvum sum ein av trimum føroyskum álopsmonnum. Er tó ein leikari, sum skal hava nógva bóltkontakt, og tá trýstið síðani varð flutt longur aftur, var John tí ikki eins eyðsýndur seinni í dystinum. Var tó oftani drúgvur, tá langir bóltar vórðu sparkaðir niðan, og var eisini maðurin, sum vann málgevandi frísparkið. Týdningur hansara fyri spælið frameftir vøllinum er tó stórur, og tí er bara at vóna, at tað eisini verður til nakrar dystir komandi árini.
11. Christian Høgni Jacobsen, Vejle BK (19/2)
Var hesa ferð maðurin, sum fekk plássið við síðuna av John, og tó at hann ikki skoraði, so er í løtuni ilt at finna nakað annað upplagt boð til plássið. Royndi nakrar ferðir at bjóða av, og var eisini um reppið at beina eitt hornaspark í kassan, men hevði sum heild sera truplar arbeiðsumstøður, og fekk tí ikki í nóg stóran mun sett sín dám á dystin.
12. Rógvi Jacobsen, HB (24/3)
Var hesa ferð settur á beinkin, men fekk so seinastu 40 minuttirnar á vinstra miðvølli. Tóktist brúka sera langa tíð um at finna seg til rættis í spælinum, men fekk móti endanum nakrar ferðir arbeitt seg niðan á vøllin, soleiðis at nøkur vandamikil innlegg spurdust burturúr.
15. Atli Danielsen, KÍ (3/0)
Fekk seinastu fimm minuttirnar á vøllinum. Ov lítið til at gera nakra ítøkiliga meting, men hevði eitt gott driva niðan eftir vøllinum, meðan hann í hinum endanum ? nakað bíliga ? fekk seinasta málgevandi frísparkið ímóti sær.
17. Tór-Ingar Akselsen, HB (2/0)Fekk seinastu 12 minuttirnar á vøllinum fyri Jákup á Borg, men grundarlagið til eina meting var ov veikt. Tvær innskiftingar á rað benda tó á álit frá venjarunum, so uttan iva var talan ikki um seinasta møguleikan í hesum høpi.