Russisk dronuálop hava sært fýra fólk í Odesa í Suðurukraina.
Trý børn eru millum tey særdu.
Tað skrivaði Serhiy Lysak, leiðari fyri hernaðarfyrisitingina í økinum, á dulnevndu boðtænastuni Telegram mikukvøldið, sambært tíðindastovuni AFP.
- Dronur lupu á bústaðar-, logistikk- og orku-infrakervið í okkara øki, skrivar Lysak.
Tey særdu børnini eru ávikavist 8 og 14 ár, meðan tað yngsta er eitt sjey mánaðir gamalt barn, skrivar Lysak á Telegram. Tað er ikki greitt, hvussu álvarsligir skaðarnir hjá børnunum eru.
Ein 42 ára gamal maður er eisini millum tey særdu. Hansara støða verður lýst sum kritisk.
Álopið á Odesa hendir, eftir at Russland mánadagin ákærdi Ukraina fyri at royna at leypa á bústaðin hjá Vladimir Putin, forseta, í Novgorod-landslutinum.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, vísti ákæruni aftur og kallar hana fyri eina lygn, sum hevur til endamáls at ávirka samráðingarnar um at enda næstan fýra ára langa kríggið.
Russland segði týsdagin, sambært AFP, at tað metir álopið á bústaðin hjá forsetanum at vera yvirgangsgerð og eitt persónligt álop á Putin.
Samstundis boðar landið frá, at tað ikki ber til at prógva pástandin, tí allar dronurnar, sum sigast at hava verið við í álopsroyndini, vórðu skotnar niður.
Mikukvøldið eru eisini fráboðanir um ukrainsk álop fleiri staðni í Russlandi.
Sambært russisku myndugleikunum er hetta millum annað galdandi í russiska høvuðsstaðnum, Moskva, og nærhendis Svartahavinum, skrivar Reuters.
Ein persónur skal hava fingið skaða í Moskva.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði sunnudagin eftir ein fund við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelensky, at stór framstig eru gjørd í mun til at fáa enda á krígnum í Ukraina.
Tað er tó ógreitt, hvørji ítøkilig framstig í roynd og veru eru gjørd, og tað er eisini óvist, hvussu langt Ukraina og Russland eru frá eini veruligari friðaravtalu.
/Ritzau/










