Trý fólk dripin í Kramatorsk

Sagt verður úr Kramatorsk, at russisku álopini raktu nærindis einum parkeringsplássi og einum íbúðarbygningi

 

Ukrainski guvernørurin í Donetsk veit í morgun at siga, at trý fólk eru dripin í russiskum álopum á ukrainska býin Kramatorsk.

 

Haraftrat hava seks fólk fingið løstir í álopunum, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.

 

Sagt verður úr Kramatorsk, at russisku álopini raktu nærindis einum parkeringsplássi og einum íbúðarbygningi.

 

Fríggjanáttina lótu tvey fólk lív í Ukraina, og fleiri vórðu særd í russiskum álopum kring um í landinum, leggur NTB aftrat.

 

Dagført:

 

Seinni í morgun vita útlendskir miðlar at siga, at eitt fólk er dripið í ukrainska stórbýnum, Kharkiv í nátt, og her eru níggju fólk særd.

 

Borgarstjórin í  Kharkiv, Ihor Terekhov, sigur, at ein kvinna varð funnin deyð undir húsaleivdunum, tá ein íbúðarbygningur varð raktur í russiskum álopi.

 

Av teimum níggju særdu í Kharkiv, eru fimm løgd inn á sjúkrahús.