Trý fólk lótu lív í flogvanlukku í Íslandi

Flogfarið sendi út neyðarakall klokkan 17 seinnapartin í gjár. Slakar tveir tímar seinni vórðu vraklutir av flogfarinum funnir.

Trý fólk eru deyð í einari flogvanlukku í Íslandi, har eitt lítið flogfar er niðurdottið. 

 

Íslendskir miðlar vita at siga, at bjargingartyrlur hava funnið vraklutir eftir vanlukkuna.

 

Flogfarið sendi út neyðarakall klokkan 17 seinnapartin í gjár.

 

Slakar tveir tímar seinni vórðu vraklutir av flogfarinum funnir, og tey trý fólkini vórðu staðfest deyð.

 

Sagt verður, at vanlukkan hendi í øki, ið mest sum er óbygt.

 

Tey, sum lótu lív í vanlukkunu, vóru flogskipari og tvey ferðafólk. Nú roynir íslendska løgreglan at finna út av, hví vanlukkan hend.