Útsend til Nigeria

Sunnudagin vórðu Guro og Rúni úr Árantsstovu útsend sum trúboðarar til Nigeria frá Christianskirkjuni í Klaksvík

Tað var ikki tann dámur yvir løtuni í Christianskirkjuni í Klaksvík, tá ið Guro og Rúni úr Árantsstovu vórðu útsend sum trúboðarar til Nigeria, sum annars kundi vantast av eini útsendan.

Orsøkin var, at pápi Rúna var farin til gravar dagin fyri, eftir at hann doyði rættiliga brádliga fyrr í vikuni.

Útsendingin var kortini ikki avlýst ella útsett. Fyri sjálvari útsendingini stóð Erik Wengel, sum er missiónsskrivari hjá Sudanmissiónini í Danmark, meðan sóknarprestarnir Niels Pauli Danielsen og Hans Eiler Hammer tóku lut í bønarhaldinum. Eisini Nemuel Babba, sum er biskuppur í luthersku kirkjuni í Nigeria, og giftur við føroyska trúboðaranum, Kaju Nemuel, tóku lut í útsendanini.

Ætlanin var eisini at hava útsendingarveitslu í KFUM & K, men tað var av ongum orsaka umstøðurnar. Um?støðurnar hava eisini gjørt at ikki er heilt greitt, nær Rúni og Guro fara til Nigeria sum trúboðarar.

Fyrst fara tey tó til Noregs, haðani Guro er ættað fyri eisini at sendast út haðani.

Seinasta árið hava tey verið á skúla í Onglandi at fyrireikað seg til tænastuna.