Tummas Larsen í finaluna

Fyrsta umfarið í Singer/Songwriter kappingini á Kafé Kaspar var leygarkvøldið

Tað gjørdist Tummas Larsen, sum slapp víðari til finaluna í singer/songwriter kappingini á Kafe Kaspar í gjárkvøldið. Framførslan hjá honum varð av dómarunum mett at vera tann mest sannførandi og gjøgnumførda av øllum luttakarunum, og harvið varð hann valdur framum, hóast hini eisini høvdu fínar framførslur. Teir tríggir dómararnir Kristian Blak, Jón Tyril og Brett Perkins høvdu nógv positiv lýsingarorð at bera vinnaranum, ið fór uppaftur á pallin og spældi eitt lag afturat. Tummas skal so vera við aftur 30 apríl, tá finalan verður.