Tríati kilometrar í ein útnyrðing úr Ho Chi Minh Býnum, liggur býurin Cu Chi. Í býnum búgva tveyhundrað túsund fólk.
Tá tú koyrir inn ímóti Cu Chi, sært tú rísmarkir allastaðni uttanum teg. Rísmarkir, har fólk arbeiða frá morgni til myrkurs.
Nú vit eru í byrjanini av august mánaði, heysta tey rísið. Kvinnur og menn standa vid boygdum ryggi úti á teimum grønu og vøkru rísmarkunum, og skera akurin við seglinum, sum vit kenna best frá tí gamla sovjettiska flagginum. Øll hava tey tann eyðkenda trýhyrnta hattin á høvdinum. Hatturin, ið upprunaliga er vietnamesiskur, verjir tey móti teirri sterku sólini tá turkur er, og móti regninum í regntíðini.
Á markunum, ið eru heystaðar, pløga menn við smáum maskinum ella við eini plógv við einum ella tveimum oksum frammanfyri. Rísmarkirnar eru ofta ov bleytar til traktorar og onnur tyngri amboð. Tá liðugt er at pløga, verður vatn veitt inn á markirnar, soleiðis at tær standa undir vatni. Nú kann rís aftur setast niður í markina. Hetta arbeiðið verður endurtikið tríggjar ferðir, onkrastaðni fýra ferðir árliga.
Samfelag undir jørð
Alt hetta ljóðar ikki serliga løgi fyri tað landið, ið er triðstørsti rísútflytarin í heiminum. Um tú vilt finna nakað sermerkt vid økinum uttanum býin Cu Chi, skalt tú bókstaviliga grava djúpari.Undir rísmarkunum er nevniliga eitt net av tunlum. Jørðin her er reyð á liti og so mikið hørð, at væl ber til at grava tunlar í henni. Tunlarnir ganga heilt inn í miðbýin í Ho Chi Minh Býnum og vestur móti markinum til Cambodia. Bert í økinum uttanum Cu Chi eru meira enn 250 kilometrar av tunlum. Í tunnilnetinum, sum í stødum er í trimum hæddum, vóru undir Vietnamkrígnum rúm at búgva í, køkar, goymslur, vápnaverksmiðjur, sjúkrahøli, og høli til hernaðarlig endamál. Eisini vóru nógvar neyútgongdir. Onkrar av hesum neyðútgongdum gingu út í áir undir vatnskorpuni, og vóru sostatt ómøguligar hjá amerikumonnunum at finna.
Fyrst franskmenn
sídan amerikumenn
Seinast í fýratiárunum vóru teir fyrstu tunlarnir í Cu Chi gjørdir. Hesir vóru nýttir í krígnum móti franska hjálandaveldinum, millum annað til samskifti millum landsbýir, id vóru avbyrgdir av franska herinum. Tá Frælsisfylkingin ( betri kend undir navninum Viet Cong ), ið varð stovnað av kommunistunum í Suður Viet Nam og norðurvietnamesisku stjórnini, í byrjanini av sekstiárunum fór at berjast ímóti suðurvietnamesiska herinum og seinni móti amerikumonnunum, varð tunnilnetið umvælt og víðka. Eftir fáum árum fingu tunlarnir sera stóran týdning fyri Viet Cong, sum alla tíðina hevði valdið á meginpartinum av økinum uttan um Cu Chi. Millum annað vóru øll álop á Saigon og onnur hernaðarmál fyriskipaði í Cu Chi.
Tað, at Viet Cong herurin stóð so sterkur í Cu Chi økinum, og at suðurvietnamesiski herurin ikki sá út til at hava møguleika at fáa valdið í økinum, varð óbeinleiðis orsøkin til, at táverandi amerikanski forsetin Lyndon B. Johnson í 1965 sendi tær fyrstu rættiligu herdeildirnar til Viet Nam.
Fyri betur at kunna halda eyga vid Viet Cong herinum, bygdu amerikumenn eina stóra hernaðarstøð í Cu Chi økinum. Men teir vistu ikki at undir støðini vóru tunlar, ið kundu nýtast til álop á støðina. Tað gingu nógvir mánaðir, áðrenn amerikansku hermenninir uppdagaðu, hví skotið varð eftir teimum inni á teirra øki um náttina.
Hermenn, hundar
og kemisk evni.
Amerikanski herurin royndi vid túsundtals hermonnum at finna tunlarnar, men uttan úrslit. Í staðin byrjaðu teir at oyðileggja rísmarkirnar, við at sproyta kemisk evni útyvir tær ella við at seta eld á. Á henda hátt væntaðu teir at kunna forða Viet Cong herinum at fáa nóg nógva føði til at halda fram við bardaganum.
Tá hetta heldur ikki sá út til at gera mun, fóru amerikumenn at senda hermenn niður í teir partar av tunnilnetinum, sum teir so smátt byrjaðu at kenna. Hesir hermenn komu ofta í skotbardaga niðri í tunlunum ella vóru fangaðir í teimum nógvu fellunum, ið vóru bygdar í tunlunum. Nakrar av fellunum kunnu í dag síggjast í sjálvum tunlunum ella á einum savni nærhendis tí partinum av tunnilnetinum, sum í dag er opin fyri almenninginum. Fellurnar vóru til dømis gjørdar soleiðis at eitt hol, sum var einar tveir metrar djúpt, varð grivið í tunlunum, og niðri í holinum vóru spískar jarn- ella bambusstengur settar, ið fangaðu tann, sum kom í felluna. Eisini vóru støð, har tunlarnir gjørdust trongari soleiðis at vietnamesarnir, ið eru smáir av vøkstri, sluppu ígjøgnum, meðan teir stóru amerikumenninir ikki sluppu ígjøgnum.
Men tá nógvir hermenn doyðu í tunlunum, sendu amerikumenninir hundar niður í tunlarnar fyri at finna Viet Cong hermenn og at finna niðurgongdir til tunlarnar. Fyri at vill-leiða hundarnar byrjaðu Viet Cong hermenninir at vaska sær við amerikanskari sápu og at klæða seg í amerikanskar hernaðarbúnar. Hetta gjørdi at hundarnir ikki kendu mun á vini og fígginda.
Frí veiða
Amerikanski herurin lýsti Cu Chi at vera eitt øki, har teirra hermenn so at siga uttan loyvi kundu skjóta alt og øll. Tá bumbuflogførini komu aftur til hernaðarflogvøllin, vóru tey biðin um at tveita bumburnar, ið ikki vóru nýttar, yvir Cu Chi. Seinast í sekstiárunum tveittu B-52 bumbuflogfør eitt ótal av bumbum yvir Cu Chi. Bumburnar oyðiløgdu tunlarnar, umframt alt oman á jørðini. Men tá var ov seint hjá amerikumonnunum. USA var longu í ferð vid at taka seg aftur úr Viet Nam. Tunlarnir høvdu sostatt útynt tað, teir skuldu.
Eftir kríggið
Ein amerikanskur herovasti hevur í samrøðu um Vietnamkríggið sagt, at einki øki í heiminum hevur undir nøkrum kríggi verið so illa bumbað og skotið sum Cu Chi.
Síðan kríggi varð liðugt í 1975, er fólkatalið í Cu Chi tvífaldað til tveyhundrað túsund. Hetta hóast tað at tey kemisku evnini enn finnast í jørðini, og eru orsøkin til at avgrøðin er munandi verri enn aðrastaðni. Í dag er, sum áður nevnt, ein partur av tunnilnetinum opin fyri almenninginum. Hesir tunlar eru víðkaðir soleiðis at teir nú eru 120 sentimetrar høgir og 80 sentimetrar breidir.
Nógv ferðafólk vitja tunlarnar, og royna harvið at ímynda sær hvussu tað var at halda til undir jørð í fleiri vikur, meðan kríggið leikaði á. Eisini kanst tú nýta høvið til at royna amerikanskar M-16 riflur, ið amerikanski og suðurvietnamesiski herurin nýttu ella tær russisku AK-47 riflurnar hjá norðurvietnamesiska herinum.
Í tí sambandinum fær ferðafólkavinnan væl av peningi í kassan, tí tað kostar ein USD fyri hvørt skotið. Við at skjóta eitt skot við hvørjari riflu, helt eg meg fáa ein lítla ábending um, hví kríggið endaði sum tað gjørdi. Eg rakti nevniliga bert málið við teirri russisku. Um tað var rifluni ella eygamálinum, ið galið var við, tosa vit minni um.