Tað er einki at ivast í, at Føroyar hava nógv at bjóða sum ferðamannaland. Ikki minst í hesum døgum, nú rákið er, at fólk vilja ferðast í upprunakendum ferðamálum. Tað var eisini tað, sum ferðavinnan vísti á. Men tað krevur, at karmarnir kring ferðavinnuna eru í lagi.
Seinastu árini tykist ferðavinnan at hava verið eitt satt politiskt býtisbarn. Fyrst varð Ferðaráðið lagt saman við Menningarstovuni – fyri síðani at verða niðurlagt og lagt undir uttanríkisráðið, sum nú er undir løgmanni. Nú eru so ítøkiligar ætlanir um at endurstovna Ferðaráðið, og so er bert at vóna, at friður fer at valda, so ráðið og ikki minst vinnan kann bretta upp um armar og fara til arbeiðis.
Taka vit ferðavinnuna sum heild, so skapar hon nógv arbeiðspláss kring landið. Ikki minst í útjaðaranum, har hon er eitt gott og sera kærkomið vinnuligt ískoyti. Landið hevur longu ein stóran leiklut í vinnuni, tí landið eigur meirilutan í báðum teimum stóru flutningsfeløgunum, Atlantsflogi og Smyril Line. Hetta er gjørt, tí politikarar halda tað vera neyðugt, at landið tryggjar flutningsnetið, seinasti tá landsstýrið bjargaði Smyril Line.
Tað kunnu vera ymsar meiningar um hetta. Men heilt víst er tað, at um landið ikki tók um endan, so var einki sjóvegis flutningssamband, og tað hevði verið størsta ólukkan fyri ferðavinnuna. Men tá so er, at vit hava tryggjað eitt alment flutningssamband til meginlandið, so átti boðskapurin hjá almenna flutningsfelagnum eisini at verið at eggja ferðafólkum av meginlandinum at koma til Føroya at ferðast – og ikki til Íslands. Føroyar skulu sjálvandi verða ferðamálið, so kann Ísland vera ískoytið – og ikki øvugt.
Vinnumálaráðið hevur fyrr boðað frá ymsum møguleikum fyri at gera tað høgligari at reka ferðavinnu, eitt nú við at broyta mvg-lógina. Men slík uppskot verða bara slongd út fyri ongantíð at blíva til veruleika. Tað er spell og styrkir ikki júst um álit millum politisku skipanina og vinnuna.
Men latið okkum gera boðskapin hjá Føroya Arbeiðsgevararafelag til veruleika, at vit gera alt fyri at tvífalda hetta útflutningsvirðið næstu 10 árini. Men tað krevur so eisini, at tað almenna verður við til at fremja marknaðarføringina av Føroyum sum ferðamannaland. Annars kann slík ætlan ikki bera á mál.