LØGTINSVAL
- Formaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen, hevur boðað frá at Sambandsflokkurin skal hava javnstøðu millum kynini í seinasta lagi í 2012, og væntar nevndin í Norðoya Sambandsfelag at náa hesum málinum við at skerja tali á valevnum til løgtingsvalið, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Til seinasta løgtingsval hevði felagið sjey valevni, men til komandi løgtingsval fer felagið, sambart uppskotinum frá nevndini, at stilla upp fýra valevni – tvær kvinnur og tveir menn.
Til seinasta løgtingsval fekk Sambandsflokkurin 602 atkvøður í Norðoya valdømi. Tað eru 115 atkvøður ov lítið til at vinna seinna mandatið frá Fólkaflokkinum.
Norðoya Sambandsfelag er umboðað í landsstýrinum við Bjørn Kalsø, so hetta kann venda gongdini – og kanska kunnu tær báðar kvinnurnar gera tann vørrin sum skal til til tess at vinna flokkinum umboð aftur á løgtingi.
Býtið at atvkøðurnum millum sambandsvalevnini var annars hetta:
Bjørn Kalsø 192
John Kári Jacobsen 116
Magni Laksáfoss 80
Jákup Meinhardt Hansen 55
Karl Olgar Joensen 37
Erikka Elttør 32
John William Joensen 18