Tað er nú greitt, at AC Horsens við Halli Hansson og Vendsyssel við René Shaki Joensen og Meinhardi E. Olsen, skulu spæla um eitt pláss í Superliguni. Vendsyssel sum 2’ari í næstbestu deildini og AC Horsens sum vinnari av niðurflytingardystinum móti Esbjerg FB.
AC Horsens vann í dag 3-2 á Esbjerg. Við samanløgdum 4-3 sigri hevur AC Horsens sent Esbjerg beinleiðis niður í næstbestu deildina. AC Horsens skal spæla móti Vendsyssel í eini “alt ella einki” uppgerð, sum verður í komandi viku. Ein heimadyst og ein útidyst.
- Fyri at verða erligur, so vónaði eg ikki at skula møta mínum gamla felagi, men tað verður stuttligt at spæla móti teimum aftur. Nú skulu vit bara geva tí alt tað við eiga, sigur Hallur Hansson við TV3 Sport.
Hallur Hansson spældi allan dystin í dag. Hann spældi mitt á miðjuni og var íblandur fleiri støðum í dystinum. Hann fekk oftani bóltin og var í mongum tvísdysti. Hann gjørdi eisini nøkur fríspørk á vegnum. Tað dámdi einki donsku viðmerkjarunum, Carsten Werge og Peter Graulund, sum í felag hildu, at føroyski landsliðsspælarin skuldi vísast av vøllinum.
Tað hendi tó tað umvenda, tá Esbjerg móti dystarenda fekk Konstantinos Tsimikas útvístan. Hann sparkaði eftir Halli Hansson, sum liggjandi helt um økilin á honum. Hallur Hansson kom væl frá uppgávuni sum sentralur miðvallari í hesum dystinum.