Útvarp beinleiðis úr Klaksvík

Klaksvíkingar fara sunnudagin undir at senda útvarp á Rás 2. Sent verður í fimm tímar hvørt sunnukvøld

John Johannessen


Fyri fyrstu ferð nakrantíð fara klaksvíkingar undir regluligar útvarpssendingar, sum verða sendar beinleiðis úr Studio Pegasus í Klaksvík.

Sendingarnar verða at hoyra á Rás 2, sum í løtuni hoyrist av úti við tveimum triðingum av Føroya fólki - í høvuðsstaðnum, í Eysturoynni og í Klaksvík.

Steintór Rasmussen, sum rekur Studio Pegasus, hevur samskipað fyrireikingarnar til útvarpssendingarnar.

- Vit ætla at senda gott og fjølbroytt útvarp, bæði til børn, ung og tilkomin. Øll eiga at finna okkurt, sum tey hava hug at lurta eftir, sigur hann.


Drúgvar fyrireikingar

Studio Pegasus, sum hevur tvey ár á baki, hevur higartil verið tónleikastudio, og tað fer tað eisini at verða framyvir.

Men nú eru eini upptøkuhøli gjørd afturat í bygninginum, har Pegasus heldur til, og hesi høli skulu burtur av skal brúkast til útvarpssendingarnar.

Samanlagt hevur Studio Pegasus gjørt íløgur fyri millum 50.000 og 100.000 krónur, so at studio kann gera og senda útvarpssendingar á sama tøkniliga støði, sum føroyingar eru vanir við at hoyra.

- Fyrireikingarnar hava verið drúgvar, og vit hava gjørt nógv burtur. Serliga seinastu vikuna hava vit arbeitt miðvíst fyri at fáa alt upp á pláss. Vit hava gjørt onkrar royndir at senda, og tær hava víst, at alt riggar sum tað skal, sigur Steintór Rasmussen.

Allar sendingarnar verða sendar beinleiðis úr Pegasus í Klaksvík við ISDN-sambandi til Rás 2 í Havn, sum síðani sendir tær út í luftina.


Ymiskar sendingar

Nógvar og ymiskar sendingar eru á skránni teir fimm tímarnar, Pegasus er í luftini.

Talan er um eina barna- og familjusending, ein nýggjan hittlista útilokandi við føroyskum tónleiki, eina stóra ítróttar- og kjaksending, eina stutta aktualitetssending, eina ungdómssending og eina undirhaldssending.

Nógv fólk eru við í útvarpsarbeiðnum. Tey, sum koma at gera sendingarnar, eru Steintór Rasmussen, Hanna Vágsheyg, Niklas Heri Jákupsson, Gunnar Nolsøe, Fróði Løkságarð, Eyðun Klakstein, Ragnhild Ellingsgaard, Allan Poulsen, Jan Gardar, Jógvan Eliasen og Andrias Sundskarð.

Øll fólkini eru búsitandi í Klaksvík, og talan er um fólk við meiri og minni royndum í fjølmiðlaarbeiði.


Á egnum beinum

Rás 2 hevur sent av Brúnaskarði í Klaksvík í tvær vikur, og hetta hevur havt við sær, at rásin nú hoyrist í Klaksvík og í størri parti av Eysturoynni.

Ætlanin hevur alla tíðina verið, at sendast skuldi úr Klaksvík. Tað er ein mánaði síðani, at Rás 2 gjørdi avtalu við Studio Pegasus um at gera útvarpssendingar til Rás 2.

Allar íløgur, sum eru gjørdar í Studio Pegasus, hevur Pegasus sjálvt staðið fyri, men samstarvað verður við Rás 2 um at senda tilfarið út til lurtararnar.