Um klokkan 02.30 í nátt fekk løgreglan boð um, at fleiri mans vóru komnir til ilnar uttan fyri Hotel Hafnia í Havn.
Løgreglan fór á staðið, og tað endaði við, at tveir mans vórðu skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglurnar. Talan er um mildara slagið av slíkum brotum, upplýsir løgreglan.
Málið varð loyst á staðnum.
Annars vóru nógv fólk í býnum í nátt, millum annað tí eitt studentatiltak var á Glasi. Sambært løgregluni gekk tiltakið væl.
Um fýratíðin aí nátt steðgaði løgreglum eini bili, har mett var, at førarin ikki var edrúur. Hann blásti tí í alkoholmetrið, sum vísti, at hann hevði drukkið yvir tað loyvda. Hann var tí skuldsettur fyrir rúsdrekkakoyring.
Við Tjarnir var ein persónur tikin, sum var so fullur at hann mátti á politistøðina at sovar rúsin út.











