Løgreglan var stutt fyri klokkan sjey í gjár boðsend í Jónas Broncksgøtu í Havn, tí har vóru fleiri ávirkað fólk, og teir teirra vóru farnir upp at táttast. Har var nógvur gangur, og onkur teirra var so mikið ávirkaður, at viðkomandi megnaði ikki at standa á beinunum, sigur vaktleiðarin.
Tað endaði við, at teir fingu hvør sína bót fyri brot á skilhaldsreglarnar.
Seinni í gjárkvøldið, um níggjutíðina, vóru aftur boð eftir løgregluni. Komin á staðið kundi løgreglan staðfesta, at tað var ein av teimum somu, sum hevði fingið bót fyrr um kvøldið.
Vaktleiðarin sigur, at hann fekk skorið út í papp, at hann endaði í brummuni, sum hann gav løgregluni meira arbeiði. Tað hjálpti.
Av øðrum úr døgnrapportini nevnir vaktleiðarin, at ein tilburður úr Runavík er meldaður til løgregluna. Har er ein damusúkkla stolin.
Frá Gjógv er ein fráboðan komin um herverk í einum urtagarði, har onkur hevur gjørt seg inn á eina grótlaðing. Løgreglan veit, hvør persónurin er, sum skal hava framt herverkið.
Og á Tvøroyari eru boð komin um leysgangandi seyð. Tey boðini hevur løgreglan latið víðari til aktingarmannin.










