Tveir skúlar og ein barnagarður í Havn eru raktir av koronu

Stovnarnir, sum eru í Havn, verða partvís lukkaðir í tríggjar dagar

Landslæknin hevur í dag staðfest, at ein familja í Havn hevur fingið koronu. Tey eiga børn, sum ganga í miðnámsskúla á Glasi, í skúlanum á Fløtum og í dagstovninum á Norðasta Horni.

Enn er Landslæknin ikki ikki greiður yvir, hvaðani smittan stavar, og um hon breitt seg. Tí er avgerð tikin um, at allir næmingarnir á Glasi, næmingarnir í fýra flokkum á skúlanum á Fløtum, og lærarar teirra, og eisini børnini, og starvsfólkini, í barnagarðinum, eiga at verða kannað fyri koronasmittu, bæði í dag, sunnudag, og so aftur um tríggjar dagar mikudagin.

Boðini frá myndugleikunum eru, at øll tey, sum skulu kannast, eiga at vera við hús, til úrslitið av kanningin mikudagin er greitt – og tað er negativt. Tað merkir, at eingin skúlagongd verður á Glasi, barnagarðurin verður stongdur og Skúlin á Fløtum verður partvís stongdur.

Skúlin á Fløtum heldur til í fleiri bygningum og tað er bara í tí eina bygninginum, at eingin skúlagongd verður. Tað er nevniliga deildin, sum heldur til í FSF húsinum á Tørsvølli, har fýra flokkar av áttana og níggjunda flokkunum, ganga, sum verður stongdur.

Heilsumyndugleikarnir siga, at tey, sum skulu kannast, fáa beinleiðis boð frá avvarðandi stovnum.