Tvey fólk á sjúrkahús eftir ferðsluóhapp

Tvey fólk vórðu flutt á sjúkrahús eftir eitt ferðsluóhapp oman fyri Syðrugøtu í gjár

Óhappið hendi, tá ein bilur av ókendari orsøk kom yvir í mótsættu koyribreytina og rendi á ein mótkoyrandi bil. Eitt fólk var í hvørjum bili, ein maður og ein kvinna.

 

Hurðin í øðrum bilinum sat føst eftir samanstoytin, og tí mátti sløkkiliðið hjálpa viðkomandi út. Bæði fólkini vórðu flutt á sjúkrahús. Tey høvdu eitt sindur ilt í nakkanum, men sambært løgregluni sluppu tey væl frá óhappinum.

 

Báðir bilarnir fingu so stóran skaða, at teir máttu flytast av staðnum.

 

Óhappið órógvaði ferðsluna eftir landsvegnum í Gøtu. Langar bilkøir vóru báðu megin óhappsstaðið, og ferðslan varð eina løtu leidd eftir gamla vegnum oman til Syðrugøtu.

 

Sløkkiliðið hjálpti eisini til við at rudda eftir óhappið.