Løgreglan fekk í gjár tvær fráboðanir um óbodnar gestir. Talan var í báðum førum um at óbodnir gestir høvdu verið á gátt í vinnubygningum í Havn. Løgreglan skal í dag kanna, um nakað er stolið.
Í gjár kannaði løgreglan aftur fýrverksølur í Havn og norðanfyri. Har vóru viðurskiftini so nøkulunda í lagi. Onkur fekk boð um smávegis justeringar, so sum at fólk sluppu ov nær fýrverkinum, sum ikki er loyvt. Men ongastaðni var so galið, at sølan varð stongd.
Í dag fer løgreglan at kanna fýrverkssølur í Suðuroy.












